Máltøknin nærkast

FIFA hevur nú gjørt eina endaliga avtalu við tveir framleiðarar av máltøkni. Hetta er eitt stórt fet móti fótbólti við máltøkni, sum tað staðfesta um bólturin hevur verið innanfyri.

 

GoalRef og Hawk-Eye hava nú gjørt eina avtalu við altjóða fótbóltssamgonguna, ið inniber at framleiðarnir nú kunnu fara í gongd við at seta upp máltøknu kring heimin.

 

FIFA byrjaði fyri einum ári síðani at royndarkoyra ymiska máltøknu og er nú komið fram til, at GoalRef og Hawk-Eye eru tey bestu og álítandi nokk til, at kunna við vissu staðfesta um bólturin hevur verið innanfyri, skrivar ESPN.

 

FIFA hevur í einum tíðindaskrivi eisini víst á, at bæði GoalRef og Hwak-Eye hava klárar fleiri royndir Millum annað eisini í royndarfótbóltsdystum.

 

Ein av teimum, sum er ímóti nýtsluni av máltøknu eru UEFA forsetin, Michel Platini.

«Tú fer ongantíð at sannføra meg um, at tað er rætt at nýta máltøkni. Eg eri 57-ára gamal og fari ikki at broyta meining nú, sigur Michel Platini við Evning Standard.

 

Máltøkni skal eftir ætlan verða klát á nýta í ensku Premier League frá komandi kappingarár.

 

Mynd: HM finalan í 1966, tá Ongland fekk viðurkent eitt mál, sum tað framvegis í dag verður kjakast um bólturin var innanfyri ella ikki.