Máltøkni verður nýtt í EM

Fyri fyrstu ferð í søguni verður máltøkni nýtt í samband við eitt evropameistaskap.

Vit, ið hava áhuga fyri fótbólti, kenna óivað til teir mongu orðadráttirnar, ið stinga seg upp av og á, tá ið avgerast skal, um ein bóltur hevur verið innanfyri mállinjuna ella ikki. Ofta gongur skjótt fyri seg, og ringt kann tað vera hjá menniskjaeyganum at avgera reiðiliga, um ein bóltur hevur verið nakrar fáar sentimetrar innanfyri eina mállinju - ella ikki.

 

Evropeiskar stórkappingar sum enska Premier League, týska Bundesligain og italska Serie A hava bast hesum trupulleikanum við at nýta "Hawk-Eye-skipanina", sum so sera nágreiniliga kann staðfesta, um bólturin hevur snýkt seg í heilum líki inn um eina mállinju, ella um ein brotpartur av bóltinum framvegis ikki er farin inn um mállinjuna.

 

Í gjár kunngjørdi UEFA, at aðrar kappingar eisini fara at gagnnýta hentleikarnar, sum Hawk-Eye hevur at bjóða. Millum annað í EM-endaspælinum, sum verður spælt í Fraklandi í summar. Eisini fer Hawk-Eye at blíva nýtt í framtíðar Champions League-kappingum.

 

Hawk-Eye-skipanin inniber, at sjey myndatól verða sett upp við hvørt mál.