Málstrikan - Millum beinini

Málslig viðmerking

Frá einum andbráðum og óttaleysum býráðspolitikara citerar Sosialurin, at hann “ætlar ikki at stinga halan í sekkin”.

Tað er sjálvsagt alla æru vert at vísa dirvi og støðufesti. Men hevði tað ikki eisini verið klæðiligari at havt sínar orðamyndir í ordan? Vit kenna orðafellið ‘stinga halan millum beinini’ frá hundalívinum. Tá ið okkara ferføtti blívur bangin, stingur hann halan millum beinini og tekur til beins. Hann hevur jú fýra, so tað kann ganga skjótt. Hetta hundabiologiska fenomen hevur so ríkað mannaverðina við metaforinum ‘stinga halan millum beinini’ við týdninginum ‘blíva bangin, taka til rýmingar, vísa ódjarvan atburð’. Hin máliskan, ‘stinga í sekkin’, hevur eitt heilt annað innihald. Her man talan vera um koyggjusekkin. Ein fiskimaður í slupptíðini fær tey ringu boð, at hann skal í land; hann verður koyrdur av, og tí má hann stinga tað sindrið, hann hevur í koyggjuni, í sekkin, koyggjusekkin, og stíga tey tungu spor upp gjøgnum leytaran, aftur eftir dekkinum, niður í bátin – og so í land. Hví hann verður koyrdur av skipinum, vita vit ikki; orsøkirnar kunnu vera so nógvar; ósemja, samanstoytur, illa í øgn við skiparan, ella tað bara hevur verið psykiskt óúthaldiligt at vera í lugarinum...

Kanska skuldi ein politikari, sum hevur tað for strævið í tí politiska, heldur stungið í sekkin, farið í land og fingið sær okkurt annað at takast við. Eingin veljari hevði sagt, at hann nú hevði stungið halan millum beinini, tí veljarar eru eisini fólk, og tey flestu duga at forstanda psykiskt trýst og unna einum troyttum politikara svalandi hvíld langt burturi frá politiskum kegli og brigsli. At síggja vandan nærkast og handla í tøkum tíma er kanska ein spurningur um at hava nakað millum oyruni. (SJ)