Málslúkurin

Halltóra Joensen hevur hesa ferð markerað seg sum kanska vandamesti álopsleikarin í kappingini, og hetta máttu eisini tær av Gotlandi ásanna

Guernsey: Hóast føroyskt gull á oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, so gjørdist tann kappingin ikki tann stóra upplivingin, sum Halltóra Joensen hevði vónað. At hon telist millum vandamestu føroysku álopsleikararnar man lítil ivi vera um, men tað ferðina fyri tveimum árum síðani fann hon ongan tíð veg til meskarnar.
Hesa ferð var tó øðrvísi. Saman við Malenu Josephsen var hon fastur partur av føroyska álopinum, og ferð eftir ferð máttu málverjarnir hjá hinum ásanna, at har var ov nógv krút í gaggum hennara, til at skotini kundu takast.
Og soleiðis var eisini í finaludystinum fríggjadagin, har Halltóra stóð fyri teimum báðum fyrstu føroysku málunum, og tað var sjálvandi eisini ein fegin Halltóra, sum vit fingu orðið á eftir dystin.
- Hatta var gott. Vit koma út til seinna hálvleik við tveimum málum á odda, men eftir lítlari løtu hava tær javna. Tað gav okkum nervar, og vit høvdu sera ilt við at fáa gongd á spælið, men vit komu aftur. Vit hava alla tíðina trúð uppá, at tað skuldi bera til at endurvinna gullið, og tíbetur fóru vit ikki niður við høvdinum, fyri tí at tað nú gekk nakað ímóti. Tað var næstan tað besta, at vit kortini megnaðu at koma so væl afturíaftur, segði Halltóra at enda.