Tað eru tveir málslúkar, ið bresta saman á eystanstevnu við Løkin leygardagin. Annar er liðskipari og undangongumaður hjá NSÍ, meðan hin á øðrum sinni hevur skorað í einum landsliðssigri. Talan er um Christian Høgna Jacobsen úr NSÍ og Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi.
– Tað er ógjørligt at siga hvør av teimum hevur meiri at siga fyri sítt lið. Christian Høgni er einstaklingurin burtur úr hjá NSÍ og hann hevur næstan altíð ein fót við í spælinum, tá NSÍ skorar. Um tú hyggur eftir EB/Streymi, so fingu teir nøkur ring úrslit fyrr í kappingini tá eitt nú Arnbjørn Hansen og Daniel Udsen vóru skaddir. So skjótt teir komu aftur, so byrjaði at ganga betri hjá EB/Streymi, sigur Sigfríður Clementsen.
Christian Høgni hevur í ár skorað sjey mál í 830 minuttum. Tað merkir, at hann skorar eitt mál fyri hvørjar 118,5 minuttir hann hevur spælt í ár.
– Tað sum er við Christian Høgna er, at hann skorar ikki bara mál, men leggur eisini upp til fleiri, og er týðandi partur av uppspælinum. NSÍ hevur ikki nakran, ið kann fylla plássið eftir honum skuldi hann blivið eitt nú skaddur, sigur Sigfríður Clementsen um NSÍ liðskiparan.
Arnbjørn Hansen hevur skotið tvey mál færri enn Christian Høgni, men hann hevur gjørt tað upp á 505 minuttir. Tað merkir, at hann skorar eitt mál fyri hvørjar 101 minuttir hann spælir. Tað er eitt vet betri enn Christian Høgni.
– Arnbjørn Hansen er nokk meira ein beinleiðis áleypari og hevur ikki altíð eins stóran leiklut í uppspælinum. Hann er tó sera týdningarmikil fyri EB/Streym og hann er saman við Christian Høgna tann, ið skal avgera dystin á eystanstevnu, sigur Sigfríður Clementsen.
Hvør hevur størri týdning
Men hvør hevur so størri týdning fyri sítt lið, Christian Høgni ella Arnbjørn?
– Tað er torført at taka dagar millum teir báðar. Teir hava eins stóran týdning fyri liðið hjá sær, men eg vil siga, at EB/Streymur hevur lættari við at finna eina haldgóða loysn fyri Arnbjørn, enn NSÍ hevur við at finna eina haldgóða loysn fyri Christian Høgna. EB/Streymur hevur fleiri møguleikar, sigur Sigfríður Clementsen.
EB/Streymur hevur 19 stig á triðjaplássi, meðan NSÍ hevur 18 stig á fjórða plássi. B36 hevur 24 á fremsta plássi.
– Tað er umráðandi fyri bæði liðini at vinna leygardagin, men eg haldi at EB/Streymur betri kann liva við einum tapi enn NSÍ. EB/Streymur hevur eitt sera sterkt lið og plagar at spæla seg upp so hvørt sum tíðin gongur og liðið kann vinna uttan at spæla væl, tí teir hava fleiri einstaklingar. NSÍ er hinvegin meiri tengt at liðavrikinum og eru ikki eins sterkir á papírinum sum EB/Streymur. Tí meti eg at tað stendur meiri upp á spæl fyri NSÍ enn fyri EB/Streym í oddastríðnum, sigur Sigfríður.
Tá liðini spældu í steypakappingini vann EB/Streymur greitt. 3-0 við Løkin, meðan landskappingardysturin við Margáir endaði við 2-2 javnleiki.
– Hetta er ein dystur har báðir partar á einum góðum degi kunnu vinna, men hinvegin so vilja báðir partar gjarna hava samband við B36 og tí ikki vilja tapa. Tí er ein javnleikur eitt rættuliga upplagt úrsligt av dystinum, sigur Sigfríður Clementsen.
Atli Danielsen ein fongur fyri B36
Tað ljóðaði í vikuni, at B36 arbeiða við at fáa Atla Danielsen til felagið. Hann spældi seinna hálvleik móti Slovenia og allan dystin móti Estlandi. Serliga í seinna dystinum spældi hann ein branddyst.
– Um B36 fær fatur á Atla Danielsen, so byrjar tað av álvara at síggja gott út hjá B36. Breiddin tykist hava verið størsti trupulleikin, men Atli kann spæla á fleiri plássum og tað gevur venjarunum fleiri møguleikar at flyta leikarar runt, sigur Sigfríður Clementsen.
Símun Eliasen og Rùni Nolsøe skulu á fyrsta sinni standa á odda fyri besta liðnum hjá ÍF, tá B36 kemur á vitjan leygardagin. Men Sigfríður er ikki sannførdur um, at tann sokallaða venjaraeffektin fær at gera so stóran mun hjá fuglfirðingum.
– ÍF manglar ein framherja og tað framrættaða spælið hevur ikki eydnast nóg væl í ár. Tað er torført hjá einum venjara at ganda ein framherja fram ella gott álopsspæl, upp á eina viku ella tvær. Men teir kunnu arbeiða við eitt nú deyðbóltum og fáa skipað liðið rætt í verjupartinum, tí kann venjaraeffektin blíva minni upp á stuttsigt, men størri upp á langtsigt, sigur Sigfríður.
Hann dugir ikki at síggja B36 tapa dystin, bæði tí ÍF hevur trupult við at skorað og tí at B36 koyrur so væl sum teir gera í løtuni.
HB trýstir – KÍ favorittar
FM vinnarnir frá í fjør eru pískaðir til at vinna í Gundadali móti B68.
– Tað er ongin ivi um at HB skal vinna hendan dystin og tað trýstið kann gera at fjáltur kemur á teir. Hinvegin sær út til at Andrew av Fløtum, Vagnur M. Mortensen og Rógvi Poulsen eru á veg aftur, so tað talar fyri at HB kann reisa seg, sigur Sigfríður Clementsen.
Í Klaksvík er 07 Vestur á vitjan við nýggja venjarinum, Jóhan Nielsen, á odda.
– Tað sum hevur rigga hjá 07 Vestur er tað framrættaða spælið, tí trúgvi eg meiri upp á, at Jóhan Nielsen kann lyfta 07 Vestur, enn hvat støðan er í ÍF. Ein venjari kann upp á stutta tíð fáa verjuspælið at rigga heldur enn spælið fram eftir vøllinum. Men vit koma ikki uttan um, at KÍ eru favorittar til hendan dystin.
Fimti og seinasti dysturin er í Gøtu, har B71 er á vitjan.
– Víkingur er greiðasti favoritturin hetta vikuskiftið, men taka teir ikki uppgávuna í álvara, so er skjótt at tað gongur gali. Sandoyingar hava verið í støðuni fyrr og fyri teir hevur tað einki at siga um teir hava tapt stórt dystin fyri, sigur Sigfríður Clementsen at enda.
- - -
Hvør vinnur?
– Arnbjørn hevur akkurát skotið mál á landsliðnum, men tað merkir eisini, at hann er væl troyttari enn Christian Høgni, sum ikki hevur spælt. Arnbjørn mátti jú skiftast út við krampa aftaná ein tíma móti Estlandi, so eg vænti at Chriastian Høgni verður omaná av teimum báðum persónligt, sigur Sigfríður Clementsen.