Málskjúttin hjá Sumba býr í Klaksvík

Tað er ikki bert í hondbóltshøpi at navnið Tomajék er at hoyra her heima

Sunnudagin fingu sumbingar fyrstu stigini til høldar. Teir vunnu kærkomnan 1?0 sigur á FS Vágum, sum harvið datt aftur á aftasta plássið

Einasti málskjúttin var Sasa Tomajék. Hann er jugoslavi. Merkisvert er, at Sasa býr í Klaksvík, har hann arbeiðir á Kósini. Hann venur við besta liðnum hjá KÍ, men hann spælir við Sumba, har tað frammanundan eru fleiri aðrir jugoslavar.

Í Klaksvík eru fleiri jugoslavar, men KÍ hevur ikki pláss fyri málskjúttanum hjá Sumba. Sasa er beiggi til mannin hjá Vesnu Tomajék. Vesna var ársins kvinnuligi hondbóltsspælari í fjør. Nú er hon heima í Jugoslavi, men seinni í summar koma hon og maðurin aftur til Klaksvíkar.