Málskjúttin farin av vølli

Tað er framvegis 1-1 á Tórsvølli, har Føroyar og Eysturríki spæla.

Eftir tey bæði skjótu málini tíðliga í 2. hálvleiki hava eysturríkarar roynt at lagt trýst á. Onkrar spentar støður hava verið frammanfyri Jákup Mikkelsen, sum hevur havt onkra framúr bjarging.

Royndin hjá Eysturríki at leggja trýst á hevur havt fleiri spentar støður í føroyskum mótálopum við sær. Serliga eyðsýndur í tí partinum hevur Christian Lamhauge Holst verið.

Bogi Løkin, sum í 33. minutti loysti Jákup á Borg av, og sum í 47. minutti legði Føroyar á odda, noyddist skaddur av aftur vøllinum í 74. minutti. Andrew av Fløtum loysti málskjúttan av, og harvið hava føroyingar framt allar tríggjar útskiftingarnar.

Seks minuttir resta.