Málskjótingin haltar framvegis hjá AB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tað er frustrerandi hjá AB, at liðið ikki tekur av tá møguleikarnir hava verið at innheinta Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen aftaná Trygvi Mortensen hevði sæð sínar menn tapa 0-2 ímóti ÍF í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Tað er tað afturvendandi søgan hjá AB aftaná eina teggju av teprum tapum, at liðið ikki megnar at fáa úrtøku frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðunum. Trygvi Mortensen er eisini harmur um ávísar dómaraavgerðir, sum hann heldur gingu ímóti AB.

 

Tað er eisini frustrerandi fyri AB-venjaran, at liðið ikki megnar at hála inn á Skála, sum hevur tapt seks dystir á rað nú. Komandi vikuskiftið er júst Skála mótstøðuliðið.