Málsøkini

Teir níggju landsstýrismenninir hava fingið málsøkini soleiðisbytt millum sín

Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur um hendi tey størv, sum løgd eru til hansara samsvarandi stýrisskipan Føroya og samskipar starv landsstýrismanna. Løgmaður situr fyri uttanríkismálum.

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum situr fyri hesum málsøkjum:
-almen skuld
-búskaparhagtøl
-fíggjar- og búskaparmál
-lønarmál
-skattamál

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við løgmálum situr fyri hesum málsøkjum:
-dómsmál
-grundlógararbeiði
-kommunumál
-lógarmál
-løgregla og ákæruvald
-norðurlandamál
-sivilrættarmál
-skráseting og nøvn
-útlendingamál

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum situr fyri hesum málsøkjum:
-fiskirannsóknir
-fiskiveiðieftirlit og bjarging
-fiskivinnumál
-hvalamál
-inntøkutrygd og lønjavning
-sjóvinnumál
-tilbúgvingarmál

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum situr fyri hesum málsøkjum:
-alimál
-arbeiðsmarknaðarmál
- arbeiðsumhvørvismál
-búnaðarmál
-ferðavinna
-handilsmál
-kunningartøkni
-samferðslu- og
-samskiftismál
-tryggingarmál
-veterinermál
-vinnumál annars

Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður við mentamálum situr fyri hesum málsøkjum:
-fólkaskúlamál
-ítróttarmál
-kirkjumál
-loftmiðlamál
-mentanarmál
-vinnu- og miðnámsskúlamál
-vísindi og granskingarmál

Bill Justinussen landsstýrismaður við heilsumálum situr fyri hesum málsøkjum:
-apoteksmál
-dagstovnaøkið
-fyribyrgjandi heilsutiltøk
-íbúðarmál
-rúsevnamisnýtsla
-sjúkrahúsverk

Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum situr fyri hesum málsøkjum:
-almannaveitingar
-eldramál
-javnstøðumál
-serforsorgarmál og sinnisveik
-vanlukkutryggingarmál

Eyðun Elttør, landsstýrismaður við olju- og umhvørvismálum situr fyri hesum málsøkjum:
-almenn jarðfrøði
-havumhvørvi
-landsætlanir og býarskipanar- og byggilóggáva
-náttúrumál
-oljumál
-orkumál
-skógarrøkt
-umhvørvismál
-útjaðarapolitikkur