Málrok í Sørvági

Klaksvíkingar endaðu árið við einari rættiligari málveitslu, tá teir leygardagin vóru á vitjan í Sørvági, har kappingarárið er longt við tveimum dystum

Tað vóru bert vágamenn ,sum høvdu nakað at spæla fyri, tá teir sunnudagin vóru vertir fyri klaksvíkingum, sum fyri fyribils seinastu ferð kundu rópa seg verandi føroyameistarar.

Møguliga var vandin fyri niðurflyting tó ov stórt trýst hjá heimaliðnum, tí fyrstu løtuna var skilið á spælinum alt annað enn gott. Meðan teir á heimaliðnum runnu sum fluga í fløsku, kundi KÍ við tveimm skjótum málum leggja seg á odda.


Vendu upp aftur

Samstundis frættist, at Sumba hevði lagt seg á odda móti HB, og heilt fram til steðgin, tá HB hevði vent dystinum har suðuri, vóru vágamenn sostatt í næstbestu deildini.

Áðrenn farið varð til steðgin, hevði Bakus tó minkað um munin, og sum skilst har vesturi, so hevði heimaliðið rættiliga gott tak á gestunum seinasta hálva tíman av fyrra hálvleiki.

Klaksvíkingar noyddust at vera bæði Jan Joensen og Rógva Jacobsen fyri uttan í dystinum. Rógvi er í løtuni í Noreg og venur við Sogndal, meðan Jan ikki var klárur, eftir snuddin, hann fekk undir venjingini hóskvøldið.

Hetta tóktist tó ikki at nerva klaksvíkingarnar, sum spældu fullkomuliga frígjørt, og seinni hálvleikur var ikki gamal, áðrenn Marek og Eyðun Klakstein høvdu økt munin upp í 4-1.

Vágamenn spentu nú bogan høgt í eini roynd at fanga KÍ aftur, og tað var eisini um reppið, at hetta gav úrslit.

Við málum frá John Johansen og Bakus, minkaðu teir munin niður í eitt mál , og hevði tað ikki verið fyri óneyðuga brotssparkið, sum Harley setti í netið, kundi seinasta málið á árinum møguliga givið eitt stig.

Nú gjørdist talan um enn eitt tap hjá vágamonnum, men tá Sumba samstundis tapti sín dyst, kostaði tapið einki hjá heimaliðnum.


Góðar vónir

Áðrenn vágamenn kunnu vera vísir í, at teir eisini kunnu hava eitt fyrstudeildarlið komandi kappingarár, skal liðið spæla tveir dystir móti fuglfirðingum, sum gjørdust nr. 2 í næstbestu deildini.

Páll F. Joensen, sum hevur verið hjálparvenjari hetta kappingarárð, heldru, at hóast talan var um tap móti KÍ, so eru vónirnar undan hesum báðum seinastu dystunum hampuliga góðar.

- Spælið var til tíðir á eini góðari leið, men KÍ fekk nøkur bílig mál, sum gjørdu, at vit taptu dystin. Kunnu vit halda fast í teimum positivu lutunum í dystinum, eiga vit at klára teir báðar dystirnar móti fulgfirðingum, helt hann, tá vit eftir dystin spurdu hann um vónirnar fyri fyrstu deildarfótbólti.

Tað verður tó ein missur fyri vágamenn, at teir mugu vera Hannus Olsen fyri uttan í fyrra dystinum. Hann var ein av trimum leikarum, sum fekk reyða kortið í dystinum, hóast Páll helt, at talan ikki átti at verið um nakað reytt kort yvirhøvur.

Hjá klaksvíkingum er nú bert eftir at líta fram móti komandi kappingarárið. Hetta árið gera teir best í at gloyma sum skjótast, tí meira enn nakað annað lið, verður KÍ í ár mett sum stóra vónbrotið. Árið hevur mest verið álíkt einnum antiklimaksið, har liðið ongantíð vann seg upp aftur, eftir at teir báðir fyrstu dystirnir endaðu við tapi.

Einki er tó at ivast í, roknast eisini skal við klaksvíkingum komandi kappingarár. Fótbóltsevnini á liðnum eru framúr, og kann hugburðurin rættast móti tí, sum var galdandi í fjør, eiga heiðursmerki í øllum førum at standa á skránni komandi ár.


FS Vágar-KÍ 4-5 (1-2)

0-1: Niclas Niclasen 4

0-2: Ove Nysted 12

1-2: Rimvydas Bakus 35

1-3: Marek Vierzbicki 56

1-4: Eyðun Klakstein 63

2-4: John Johansen 65

3-4: Rimvydas Bakus 70

3-5: Harley Bertholdsen 80 (br.)

4-5: Birgir Joensen 90


Dómari: Petur Hansen (LÍF)


FS Vágar:

Remigius Mikocionis ? Høgni Ole-Jacobsen, Zylvanius Zudis, Heðin Joensen ? Km Poulsen, Hannus Olsen, Ari Thomassen, Rimvydas Bakus ? John Johansen, Birgir Joensen, Igoris Kirillovas


KÍ:

Zoltan Kujundric ? Jan Andreasen, Símun Waag Høgnesen, Niclas Niclasen ? Harley Bertholdsen, Hjalgrím Elttør, Marek Wierzbicki, Anhold Joensen, Heðin á Lakjuni ? Eyðun Klakstein, Ove Nysted