Tvær langskotsperlur frá Súna Olsen man fara at verða tað, sum áskoðararnir í Sarpisgerði fara at minnast frá dystinum millum GÍ og EB/Streym sunnudagin.
Tí hóast úrslitið kundi bent á, at talan var um dramatiska og hendingaríka uppgerð, so var tað ikki hetta, sum eyðkendi dystin.
Fyrra hálvleik vóru tað gestirnir, sum vóru omaná leikliga. Ikki minst komst hetta av, at eftiransingarnar hjá gøtumonnum ikki vóru so neyvar, sum tær ivaleyst høvdu verið, um meira enn eitt pláss í miðjuni stóð upp á spæl. Møguleikar spurdust eisini burturúr, men tað var tó eftir eitt GÍ-álop, at hol kom á. Gestirnir vóru skjótir avstað í kontra, har Magni á Lakjuni slapp leysur, og tá hann so spældi inn til Sorin Anghel skuldi hesin at kalla bert rulla bóltin í netið.
Nakað seinni spurdist brotsspark burturúr, tá hornaspark varð sent innfyri. Gøtumenn vóru annars ónøgdir um, at hornasparkið yvirhøvur varð dømt, og ónøgdin var ikki minni, tá brotsspark varð dømt, tí ein gøtumaður skuldi hava nýtt armin.
Hvussu var og ikki, so var Anghel eirindaleysur, tá hann skeyt úr 11 metrum, og við leiðsluni sum førningi kundu teir hjá EB/Streymi róliga fara til hálvleiks.
Mistu takið
Og leingi bendi alt á, at talan skuldi gerast um sigur til EB/Streym. Gaman í minkaði Súni Olsen við einum framúr langskoti, men løtu seinni førdu tvey merkisverd mál til, at støðan var 4-1 til gestirnar.
Fyrru ferðina skuldi Marek senda fríspark av nærum miðjum vølli. Ivaleyst ætlaði pólendingurin at senda bóltin innfyri, og í øllum førum roknaði Hallur Hansen í Gøtu-málinum við hesum. Men saman við skotinum kom ein ógvuslig hvirla og lyfti bóltin høgt í málið, meðan Hallur bara kundi hyggja at.
Fjórða málið má GÍ-málverjin tó taka á sín kappa. Eingin vandi tóktist vera á ferð, tá bólturin varð sendur innfyri, men onkursvegna misti málverjin aftur um seg, og so kundi Sorin Anghel uttan stórvegis hóvasták skjóta sítt triðja mál í dystinum.
Og tað var so tað mundu tey flestu halda. Men GÍ vildi tað kortini øðrvísi. Seinastu 20 minuttirnar ella so funnu teir nakað av press-spælinum, sum áður hevur eyðkent liðið, fram, og tá teir hjá EB/Streymi so ikki løgdu nóg nógv fyri í verjupartinum, fall revsingin. At Bárður Olsen sá sítt seinna gula kort stutt eftir at Gidek hevði minkað um munin, betraði ikki um fyritreytirnar, og so setti GÍ av álvara ferð á.
Súni Olsen gav enn eitt dømi um framúr sparkiteknikkin, tá hann úr 25 metrum meddaði eftir málinum. Skotið var gott, men av tvørstongini stakk tað niður á Gunnar á Steig í málinum og so inn í málið.
Og móti dystarenda kom so útjavningin. Krzystof Popczynski royndi seg við stútara, og tá Gunnar bert fekk hálvbjargað hesum, var Bartal Eliasen rætti maðurin á rætta staðnum, og sum so oftani fyrr, so sendi hann við høvdinum bóltin í málið.
Tvístøða?
Fagnaðurin um málið var sjálvandi stórur, men tað skerst ikki burtur, at hjá GÍ hevur tað verið væl minni at fegnast um í ár, enn tað vanliga plagar at vera har um leiðir.
Í landskappingini er liðið í einum ongamannalandið, har tað hvørki verður fuglur ella fiskur, men vónin fyri europeiskum fótbólti livir tó enn. Hetta hendir, um B36 gerst føroyameistari, men skal hetta bera til, skulu tvinnir lutir uppfyllast. Fyrst og fremst skal B36 vinna grannauppgerðina ímóti HB, og so skal árstalsfelagið vinna seinasta dystin á árinum. Hesin er í Gøtu, og har plagar B36 vanliga at hava tað sera trupult...
Hjá EB/Streymi er støðan á leið tann sama, skilt soleiðis, at liðið hvørki fer niður, ella verður partur av oddastríðnum. Men einki er at ivast í, at hetta eru teir á samansetta liðnum munin fegnari um, enn gøtumenn eru um sína støðu. Og enn kann EB/Streymur klintra longur upp. Eftirverandi dystirnir eru ímóti VB og Skála, og á pappírinum áttu møguleikarnir fyri stigum í øllum førum at verið góðir í hesum uppgerðum.
Dysturin í tølum
GÍ-EB/Streymur 4-4 (0-2)
0-1: Sorin Anghel
0-2: Sorin Anghel (br.)
1-2: Súni Olsen
1-3: Marek Wierzbicki
1-4: Sorin Anghel
2-4: Zdzislaw Janik
3-4: Súni Olsen
4-4: Bartal Eliasen