Fótbóltur
»AB vann 2-2!«
Somikið greið var staðfestingin hjá heimasíðuvertinum hjá AB, og tað undirstrikar væl eisini kenslurnar, sum mundu fara ígjøgnum bæði liðini – og áskoðararnar – tá Lars Müller hevði bríkslað seinasta bríkslið sunnudagin.
Tí hóast talan ikki varð um tap hesaferð, so er eingin ivi um, at talan var um stóra fiasko hjá HB, sum annars tóktist hava sveiggjað seg upp eftir heimatapini fyri B71 og GÍ.
Mentalur skeivleiki
Fyrst og fremst, so kunnu teir á meistaraliðnum takka sær sjálvum fyri, at talan ikki gjørdist um trý stig. Mann fyri mann er eingin ivi um, at HB hevur stinnari lið enn Formula-debutantarnir av Argjum, og fyrstu longu løtuna tóktist stigini eisini hava kós yvir um brúnna.
HB legði seg heilt skjótt á odda, tá Jákup á Borg gjørdi sær dælt av verjumistaki. Og tó át meistararnir tóktist nakað dólskir, so megnaði AB sjáldan at hótta nakað serligt. Men tá Poul Thomas Dam gav eina sjáldsama stóra gávu til Súna Fríða, takkaði málrevurin fyri.
Kanska komu bæði fyrra og seinna HB-málið ov lætt. Í øllum førum gekk ikki long tíð, áðrenn Jákup á Borg hevði endurskapt leiðsluna. Hesa ferð endaði hann gott álop við einum skoti, sum kanska ikki var tað besta, men tað smoygdi sær kortini millum beini á Magnusi í AB-málinum.
Men kvika aftursvarið bøtti avjørt ikki um hugburðin hjá HB. Eitt slag av »tað gongur nokk« mundi fella yvir liðið, og tað gav AB møguleikan at stríða og spæla seg inn í dystin.
Og tá teir gjørdu tað, so megnaðu teir eisini at leggja eitt ávíst trýst á HB-liðið. Vunnir nærdystir bóru við sær, at AB tordi at flyta liðið nakað longur niðan á vøllin, og tó at møguleikarnir ikki gjørdust so heilt opnir, so var ein útjavning ikki heilt óhugsandi.
Og hon kom eisini, tá Súni Fríði enn einaferð var upp á spæl. Hanus Jacobsen spældi inn um verjuna, og púra leysur potaði Súni Fríði bóltin niður í málhornið, og so var frøin øgilig.
HB royndi at rakna við, men sannleikin um, hvussu tungt tað er at reisa seg, tá hugburðurin frá fyrstan tíð er skeivur, kom enn eina ferð til sjóndar. Og tað betraði ikki um fortreytirnar, at Christian Høgni Jacobsen var úti við skaða, og at Jákup á Borg í seinna hálvleiki fór sama veg.
Vaksandi lotið og eitt bakkandi AB-lið gjørdu tó, at HB fekk eitt stórt trýst seinastu løtuna. Men tað var tó fyri tað nógva eitt trýst uttan umhugsni. Ella, sum tikið verður til, so spældi HB við høvdinum undir arminum. Onkra ferð vóru teir kortini nær við, men teir opnu møguleikarnir komu ikki. Einar tríggjar ferðir kom Tór-Ingar tó at standa væl fyri, og onkrar vandamiklar frísparksstøður vóru eisini. Men ógvuliga sigandi slapp Magnus í AB-málinum mest sum undan at gera nakra bjarging yvirhøvur.
Og so var fagnaðurin øgiligur, tá dómarin blásti av. AB hevði tikið stig frá størsta stórabeiggjanum í fyrstu royndini. Og tó at teir á stigatalvuni enn eru undir strikuni, so munnu frensarnir ikki smæðast burtur í býarmyndini. B36 hava teir longu sent úr steypakappingini, og stigið sunnudagin kann so sanniliga eisini brúkast sum trumfur, tó tosast skal um fótbólt komandi dagarnar