Tað verður Símin Hansen, sum skal venja B71 komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.
B71, sum í fjør flutti úr næstbestu deildina niður í triðjbestu deildina, hevur fingið nýggjan venjara. Talan er um Símin Hansen, sum í fjør spældi við bæði HB og AB.
Málrevurin er uppvaksin í B71, men eins og fleiri av sandoyingunum, so hevur hann spælt aðrastaðni ein stóran part av fótbóltstíðini. Liðið hevði sína fyrstu venjing í vikuni og Símin Hansen stóð á odda fyri venjingini.
Les eisini: B71 hevur sett ungdómsvenjara
Sett ungdómsvenjara
B71 hevr sett 30 ára Bakary Bojang sum ungdómsvenjari. Hann leikti í felagnum árini 2011 og 2012, umframt at hann longu tá tók sær av venjing í felagnum. Hann er eisini royndur yrkisleikari í Danmark.










