Málráðstevnan er í døgunum frá 8. august til 16. august Málráðstevnan verður hildin í hølunum hjá Føroya Starvsmannafelagi í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn. Fyrilestrar hava verið á skránni, og eru uml. 30 útlendskir luttakarar við á málráðstevnuni. Talan er um eina sonevnda NLVN-ráðstevnu (Nordic Language Variation Network). Ráðstevnumálið er enskt, og er enska heitið fyri ráðstevnuna: ?3rd NLVN Training Seminar and NORMS dialect workshop.? Tey sum reika fyri málráðstevnuni eru Jógvan í Lon Jacobsen, Victoria Absalonsen, Höskuldur Thráinsson, Thórhallur Eythórsson og Øystein A. Vangsnes. Partur av málráðstevnuni er ein rannsóknarferð kring oyggjarnar.