Arsenal var í dag á vitjan á St. James? Park. Aftaná 26 minuttir var Arsenal á odda heili 4-0 við málum frá Theo Walcott, Johan Djourou og tveimum frá Robin van Persie. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Arsenal franska miðvallarin, Abou Diaby, útvístan. Tjúgu minuttir fyri tíð minkaði Joey Barton um munin og so fór Newcastle liðið í gongd. Við málum frá Leon Best, Joey Barton og Chiek Tioté megnaði Newcastle at koma upp á javnt. Arsenal er nú fýra stig aftanfyri Manchester United, sum spælur í løtuni.
Manchester City vann greitt á City of Manchester Stadium móti West Bromwich Albion. Carlos Tevez skoraði øll trý málini í dystinum. Tvey av teimum vóru upp á brotsspark. Manchester City liggur á triðja plássi og hevur eitt stig færri enn Arsenal. Tottenham vann í evstu løtu á Bolton. Rafael Van der Vaart legði Tottenham á odda, men leigusveinurin úr Chelsea, Daniel Sturridge, javnaði fyri gestirnar úr Bolton. Ikki fyrr enn í evstu løtu eydnaðist tað Niko Kranjcar at tryggja Tottenham øll stigini.
Fyrrverandi Manchester United framherjin, Louis Saha, skoraði ikki færri enn fýra mál í 5-3 sigrinum hjá Everton móti Blackpool. Eisini Wigan vann málríkan dyst. Teir tóku á heimavølli móti Blackburn og endaði dysturin við 4-3 sigri til heimaliðið. Aston Villa og Fulham spældu javnt, meðan Stoke fyrr í dag vann 3-2 á Sunderland.
Premier League:
Aston Villa ? Fulham 2-2
Everton ? Blackpool 5-3
Manchester City ? WBA 3-0
Newcastle ? Arsenal 4-4
Tottenham ? Bolton 2-1
Stoke ? Sunderland 3-2
Wigan ? Blackburn 4-3
Wolverhampton - Manchester United (17:30)