Málríkur dystur á Giljanesi

VB gjørdi sína skyldu og vann eisini ársins seinasta landskappingardyst, tá tær á Giljanesi vunnu ein greiðan sigur á Søljuni

Undan dystin á Giljanesi var longu greitt, at VB hevði tryggjað sær silvurmerkini, eftir at tær undanfarna vikuskifti noyddust at lúta fyri Stjørnuni í Vági. Søljan hevði undan dystinum leygardagin tó ein møguleika fyri at koma av næstaftasta plássi og fara fram um StÍF á fimta plássi við einum sigri.

Søljan helt tørn í 10 minuttir
Fyrstu løtuna sást tað ikki serliga væl, at talan var um ein dyst millum topp og botn, tí liðini bæði fylgdust javnt teir fyrstu tíggju minuttirnar, men so tók VB sær um reiggj og fekk sær eina trygga leiðslu. Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 5-5, fór VB upp á 11-5, og so var dysturin longu avgjørdur. Vágskvinnur hildu fram við at økja um leiðsluna allan fyrra hálvleik, so at tá ið dysturin var hálvrunnin, var VB á odda heili 23-11. Stóri spælarin hjá VB í fyrra hálvleiki og í dystinum sum heild var óivað Gurið Mortensen, sum skeyt ikki færri enn níggju mál fyri steðgin og trettan tilsamans í øllum dystinum.
Í seinni hálvleiki tóku vágskvinnur sær eitt sindur av løttum, og tað førdi við sær, at heimaliðið megnaði at halda tørn og enntá at pynta eitt lítið sindur um úrslitið. Sum ikki einaferð var tað Heidi Maria Akselsen, sum gekk á odda hjá Søljuni saman við Nicoletu Radu. Tað hevði verið rættuliga áhugavert at sæð ein leikara sum Heidi Mariu á einum toppliði, tí hon tykist hava evnini til at verða við millum tær allarbestu. Við henni á odda eydnaðist tað Søljuni at vinna seinna hálvleik móti VB við trimum málum, so at endaliga úrslitið á dystinum gjørdist 38-29 til VB, sum fór suður aftur til Vágs við silvurmedaljum um hálsin.

Skrivarin fær átalu
Um nakar serligur dramatikkur hevur verið í sambandi við dystin, skal her verða ósagt, men heilt friðarliga hevur alt ikki gingið fyri seg. Á dómaraseðlinum stendur nevnliga ein viðmerking frá dómarunum at lesa, har teir skriva, at skrivarin við dómaraborðið hevur serstakliga ringan atburð mótvegis dómarunum. Hetta er ikki gerandiskostur, og tað hoyrir heldur ongastaðnis heima, at dómaraborðið hevur at dómarunum, tí skrivarin og tíðtakarin skulu í felag við dómaraparinum stýra dystinum. Onkuntíð kemur tað tó fyri, at fólkini, ið sita við dómaraborðið, ikki megna at halda seg neutral, og tað má sigast at verða rættuliga óheppið.



Søljan: Heidi Maria Akselsen 9(3), Nicoleta Radu 8, Hertha Simonsen 6, Arnleyg Haraldsen 4, Irdi Mikkelsen 2
VB: Gurið Mortensen 13(2), Daiva Tomaite 9, Aukse Vysniaskaite 8(1), Rannvá Augustinussen 5, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 1

Brotskøst: Søljan 3(3), VB 4(3)
Útvísingar: Søljan 6

Dómarar: Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen