Málríkt á Tvøroyri

TB-GÍ 3-3 (1-1):
TB og GÍ býttu stigini sínamillum, tá tey dystaðust leygardagin

Løgmanssteypið

Gøtumenn høvdu mest sum tryggjað sær oddasessin í deildini, longu áðrenn teir fóru til Tvøroyri, og ikki heilt óvæntað varð hesin eisini staðfestur leygardagin.

Fingu mótstøðu
Tað var tó ikki heilt eftir bókini hjá GÍ, at teir fingu somikið nógva mótstøðu, sum teir fingu frá TB.
Longu tíðliga í dystinum vísti TB, at teir ikki uttan víðari ætlaðu at geva seg, tá Bárður Dimon var seinasti maður á einum álopi, soleiðis at bólturin varð beindur í málið.
GÍ royndi at svara aftur, og hetta eydnaðist eisini, tá Sámal Joensen fekk møguleikan av brotsteigarblettinum. Landsliðsmaðurin var ósvikaliga tryggur, og sendi í kassan, og úrslitið varð hitt sama, tá Sámal í seinna hálvleiki enn einaferð fekk møguleikan frá brotssparkssblettinum.
TB og Bárður Dimon góvust tó ikki uttan víðari, og spenningur kom í aftur, tá Bárður skeyt næsta málið hjá sær, men ein avgerð tóktist tó at verða funnin, tá Súni Fríði Johannesen stóð á rætta staðnum.
Stutt fyri leiklok fekk TB tó bjargað øðrum stiginum, tá Alexander Radosavljevic fekk møguleikan.

Hava fyrimun
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so viðførdi báðir javnleikirnir í bólkinum, at alt framvegis er púrasta javnt millum tey trý liðini, sum elta GÍ á veg til fjórðingsfinaluna.
Kanska eru tað tvørámenn, sum standa við bestu kortunum í so máta, tí teir hava fyrimunin av heimavølli í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Allar helst er ein sigur í hesum dystinum nóg mikið til at tryggja sær víðari atgongd í kappingini.

Dysturin í tølum
TB-GÍ 3-3 (1-1)
1-0: Bárður Dimon
1-1: Sámal Joensen (br.)
1-2: Sámal Joensen (br.)
2-2: Bárður Dimon
2-3: Súni Fríði Johannesen
3-3: Alexander Radosavljevic