Tíðargreinin
Jógvan Júst Rasmussen,
trúboðari og bíbliuumsetari í Filipsoyggjunum
_____________________
Eri upprunaliga skrivaður á føroyskum, men so umsettur til enskt. Og havi eisini nú í meiri enn tjúgu ár roynt at laga meg til eitt av mongu málunum her á Filipipsoyggjunum.
Tað er ikki bara at siga tað vera umsettur. Skuggasíðan er, at tú ert ikki ordiliga sterkur í nøkrum av hesum málunum. Tað føroyska má alla tíðina haldast við líka, tað enska trokar og ávirkar. Og so er tað málið eg arbeiði við við her í Filipsoyggjunum.
Eg havi tann forrætt, at eg arbeiði sum bíbliuumsetari á fjarskotnari oyggj í útsininghorninum av Filipsoyggjunum. Málið, eg arbeiði við, er eitt av teimum mongu í heiminum, sum er í vanda at fara í gloymibókina. At vera føroyingur ger slíkt arbeiði serstakliga áhugavert. Vit kenna jú frá egnari søgu hvussu nær móðurmálið var við at fara í gloymibókina.
Doyr málið, doyr mentanin
Tey siga at tað eru okkurt um 6000 mál í heiminum. Flestu av hesum málum verða tosað av fólkið, ið hoyra til minnilutar og eru tey tí í ferð við at doyggja út.
Hoyrdi herfyri, at sum støðan er í dag, doyggja tvey mál út um mánaðan. Nógv halda at hatta bilar einki, tað eru so fá fólk, sum tosa hesi málini. Í summum førum eru tað bara nøkur hundrað. Lættari táið tað eru færri mál, siga tey. Passar, men tað er ikki so einkult.
Tað hevði verið nógv lættari, hevði føroyskt doyð út og føroyingar í dag tosaðu danskt. Lættari, men føroyingurin hevði verið nógv verri fyri. Táið eitt mál doyr út, er tað jú ikki bara málið, sum doyr út, men ein heil mentan. Ein heilur arvasiður fer bara út í tóma luft.
Og so at hugsa sær, at tvey mál doyggja út um mánaðan! Hetta er ikki eitt bagatell, sum ger heimin meiri liviligan. Hetta er ein sorgarleikur. Í mínari verð er hetta nógv syrgiligari, enn at okkurt rottuslag doyr út, ella at onkur vík er eitt sindur dálkað.
Móðurmálskærleiki eingin sjálvfylgja
Í Føroyum taka vit tað fyri givið, at vit eru góð við móðurmálið og at vit eru stolt av tí. Hetta hevur tó ikki altíð verið hugburðurin hjá føroyinginum. Vit hava øll lisið søgur um hvussu hugburðurin plagdi at vera.
Líknandi hugburð hava mong, sum vit arbeiða ímillum. Løgið forhold tey hava til móðurmálið. Síggja tað sum eitt slag málilsku. Kalla tað ikki eitt mál, men eina lokala dialekt. Ein dialekt, sum tey halda er vorðin til, tí forfedrar teirra vóru avskornir frá teimum lærdu.
Ótrúligt, men hoyrdi ein dagin, at ein lærarinna hevði sagt um sítt egna móðurmál, at grundin, til at mál teirra er samansett sum tað er, er at forfedrar teirra hødvu ikki skil fyri málið og ordan.
Hjá fólki við slíkum hugburði er lítil vón fyri móðurmálinum. Í huga teirra hoyrir móðurmálið til eina fortíð, sum ein má læra at gloyma.
Gott at framskygnir føroyingar lærdu okkum at hugsa øðrvísi og vera góð við móðurmálið! Tað er sanniliga ikki nøkur sjálvfylgja.
Tann svangi leggur líka í mál
Eitt annað áhugavert við málið og málrøkt er, hvussu nær hetta er tengt tímiligari vælferð. At tosa við ein svangan mann um málrøkt loysir seg ikki.
Flestu fólk eru bara soleiðis samansett, at skula tey velja millum tímaliga vælferð og málrøkt, ja so vinnur vælferðin hvørja ferð. Eisini í føroyskum samanhangið er vert at leggja til merkis, hvussu nær tímilig vælferð og málrøkt hava fylgst at.
Vóru Føroyar enn bóndasamfelagi tað var í átjanhundrað-talinum, ja so er ikki óhugsandi at føroyska málið var farið í gloymibókina. Ljóðar kanska løgið, men at vilja verja móðurmálið er nakað ið eyðkennir okkum mettu, okkum sum uppvaksin eru í vælferðasamfeløgum.
Hjá tí svanga hevur hatta lítið uppá seg. Hjá teimum dragar tað seg um at yvirliva, ikki mentan. Heldur enn at vera góð við móðurmálið síggja tey tað ofta sum eina forðan fyri sannari framgongd.
Sjálvandi tað er bæði gott og neygugt at fólk læra fremmand mál. Ein føroyingur sum bara dugir føroyskt kemur ikki langt. Tað er bara syrgiligt, táið tað er gjørt uppá bekostning av móðurmálinum. Og so er tað eisini hin síðan, eitt samfelag, sum hevur mist móðurmálið hevur lítlan møguleika fyri nakra tíð at gerast nakað vælferðarsamfelag. Tey lata málið fara so tey kunna koma longur, men tað at tey hava mist tað, ger at tey koma ikki longur. Syrgiligt.
Hetta at fólk lata málið fara, so tey kunna passa seg betur inn í tað størri samfelagið, minnir kansa eitt sindur um bygdadrongin, sum letur bygdamálið fara ella í hvussu so er mýkjast, heldur tað ikki hóska til nýggju umstøðurnar hann er komin í. Vit siga, ja men tað er ikki tað sama. Nei, tað er tað ikki, men munurin á máli og lokalum dialektum er ikki so stórur sum vit kanska halda. Tað eru tildømis lokalar dialektir í Kina, sum variera meira frá hvørjari aðrari enn tey skandinavisku málini. Táið fólk ikki síggja móðurmálið sum mál, men lokala dialekt, ja so sigur tað seg sjálvt at tey fara ikki at leggja stóra orku í at verja tað.
Mál gjøgnumsúrgað av øðrum málum
So nakrar hugleiðingar um málsliga purismu. Táið man gekk í skúla, vísti tað seg næstan at vera ein meginregla, at føroyskt, sum líktist íslendskum var gott føroyskt, meðan føroyskt sum líktist donskum var ringt føroyskt.
Løgið, men vit hava nøkulunda sama fyribrigdi millum Molbog fólkið. Tey eru ávirka bæði av málunum, sum liggja norðanfyri og eru partur Filipinska meginlandinum. Og av málunum, sum liggja sunnan og eystan fyri, og eru partur av Malaysia og muslimska partinum av Filipsoyggjunum. Molbogfólkið sjálvt er muslimskt, og tí er tankagongdin ofta, at ljóðar tað muslimskt er tað fínt, men ljóðar tað sum tað kemur norðanifrá, ja so er tað ikki gott.
Annars eru tey stóru høvuðsmálini her á Filipsoyggjunum, sum eitt nú Tagalog, ein sera áhugaverd samanvevjing, táið tað kemur til málisku. Landið var hjáland hjá Spaniólum í 400 ár frá 1500 talinum og frameftir. Meðan tað fyrru helvt av síðstu øld var amerikanskt hjáland.
Har hevur lítið og einki verið gjørt fyri at verja málið, so tað er so gjøgnumsúrga við bæði sponskum og enskum. Málið tosa millum býarmenniskju er ofta ikki eingong kallað Tagalog, men Taglish, tí tað er ein blandingur av Tagalog og enskum.
Enska yvirharradømið
Av tí at tað eru so mong mál her í landinum er enskt í veruleikanum høvuðsmálið. Tað er rættarmálið. Tað er málið, sum er nýtt á øllum hægri stovnum. Og øll tey stóru tíðindabløðini eru skriva á enskum.
Tað eru nógvir filipinarar, sum ikki dáma at vit tosa við tey á filipinskum máli. Tey taka tað, sum vit halda tey ikki duga enskt. Áhugavert, men eg havi merkt sama hugburðin millum skandinavar her á Filipsoyggjunum. Dáma ikki at eg royni at tosa skandianavisk við teir. Teir duga nógv betur enskt enn eg skandinaviskt. Tað gøtudanska hjá mær verur tikið, sum at eg haldi sera lítið um tað enska hjá teimum, og tað dámar teimum ikki.
Enskt er mál teirra framkomnu, eisini millum okkara egnu. Tað er eingin sjálvfylgja, at føroyski gerandisdagurin gongur fyri seg á føroyskum.
At blaðið tú lesur er føroyskt, at føroyskt er rættar- og skúlamál. Og eingin veit heldur, um hetta ikki fer at broytast.
Til síðst ein lítil tanki frá einum eldri Cherokee indianara. Fyrst í fýrsunum búði eg nakrar vikur millum Cherokee indianarnar í statinum Oklahoma í USA. Hesin eldri maðurin segði, at menniskjasøgan kann lýsast sum ferðin frá Bábel til Bábel. Við Bábel, segði hann, gjørdist menniskjan so sterk, at Gud, fyri at steðga teimum, blandaði seg og blandaði tungumálini. Framgongdin í dag er ótrúlig og menniskjan er aftur við at koma har til har øll tosa sama tungumál. Táið tað hendir, segði indanarin, fer Gud aftur at blanda seg.