Málráðini út í bók

Í næstum koma málráðini frá Orðafragd við Marjun Arge Simonsen, sum hava staðið í mikudags-Sos­i­al­i­num fyrr í ár, út í bók.

Talan er um 35 málráð, sum hava verið prentað í Sos­i­alinum í 35 vikur í ár. Tað er eitt samstarv millum Orð­a­fragd v/ Marjun Arge Sim­onsen, cand.phil, og Sos­i­alin. Samstarvið kom í lag eftir kjak millum starvsfólk í Miðl­a­húsinum og Marjuna um mál – tá hugskotið spratt, hví hon ikki bara skriv­aði nøkur málráð við jøvn­um millumrúmum.
Sosialurin hevur fyrr havt mál­teig. Fyrstu árini var tað Svenning Tausen, sáli, sum skrivaði, og tey komu eis­ini út í bók. Seinni var tað André Niclasen, sáli, sum skrivaði, men mál­t­eig­ur­in datt niðurfyri fyri skj­ótt mongum árum síðani.
Tað kom tí væl við hjá Sos­i­alinum, at Marjun Arge Sim­onsen í eitt tíðarskeið vildi átaka sær uppgávuna, sum hon greiddi sera væl.
Tað bleiv í fyrsta umfari til 35 málráð.
Marjun Arge Simonsen hevur cand.­phil.-prógv í norð­ur­lendsk­um, ser­stak­liga før­oysk­um, máli og bók­­ment­­um. Hon starvast í eg­n­um virki, Orðafragd, har hon veit­ir málsliga ráð­gev­ing, týð­ir, rættlesur og hevur skeið­virk­semi. Hon hevur stóran á­huga fyri málrøkt, sum er tann partur av málfrøðini, har ið miðað verður ímóti at røkja og halda einum máli uppi. Harumframt er meg­in­hugs­anin, at málið skal men­n­ast við at byggja á tann grund­vøll, ið málið er sprott­ið úr.
Málrøkt miðar eis­ini ímóti at stimbra mál­kensl­una hjá fólki, so samskiftið verð­ur greitt, og tað slepst und­an misskiljingum.
Hesi málráð eru skriv­að við tí í hyggju at veita ráð til teirra, ið fegin vilja vita, hvat ið er rætti hátt­ur­­in at orða seg. Marjun hev­­ur eisini stóran á­huga fyri orðabókafrøði og navnafrøði sum gransk­ing­ar­evni. Nakrar av greinum henn­ara eru at finna á ordafragd.com