Málráðið svarar: Kann man siga "kona hennara"?

Formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen váttar fyri in.fo í dag, at Málráðið hevur ikki tikið støðu til, hvussu málfrøðiliga skal farast fram, nú hjúnabandslógin er broytt. 

 

Spurningurin kemur í kjalarvørrinum av lesarabrævið, sum Svenning á Lofti hevði á vp.fo í dag. Svenning á Lofti heldur, at tað er málfrøðiliga burturvið, at til ber at siga "kona hennara" um tvær kvinnur í parlagi. 

 

Les eisini: Her er okkurt spinnandi galið

 

 

Orsøkin til lesarabræv hansara er, at í gjár sendi LGBT miðlunum eitt tíðindaskriv um, at fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum aftur í ár endar á Vaglinum. Tað er hesin setningur "kona hennara", sum hevur fingið Svenning á Lofti til tastirnar.

 

 

Les eisini: Hesin fyrrverandi forsætisráðharrin setur Faroe Pride

Zakaris Svabo Hansen sigur, at fyri hann er eingin trupulleiki í at siga "kona hennara". Men hinvegin vísir hann á, at Málráðið hevur ikki tikið støðu til spurningin enn. 

 

- Ein møguleiki er kanska at siga "maki hennara". Men fyri meg er eingin trupulleiki at siga "kona hennara", staðfestir formaðurin. 

 

 

 

Zakaris Svabo Hansen sigur, at Málráðið hevur enn ikki tikið støðu til spurningar, sum koma í kjalarvørrinum av nýggja veruleikanum, sum inniber, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. 

 

 

- Tað kann væl hugsast, at vit fara at viðgerða spurningin, sum verður settur fram her. Eisini kann hugsast, at vit sum heild fara at viðgerða málfrøðina rundan um hjúnabandið, nú veruleikin er ein annar enn hann hevur verið, sigur Zakaris Svabo Hansen.