Nú nærkast ólavsøka, og tá eru reiðfólk vanliga at síggja í sambandi við skrúðgongu og kappríðing. Tí hóskar tað væl at nema við orðini ross og hestur. – Nøkur dømi av alnetinum: “Her verða bæði skótar, ítróttafólk og hestar”. “Nú verður bíligari at fáa hestar gjøgnum BIP-støðina, sigur formaðurin í vinnunevndini”. “Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at lata børn síggja tey mongu djórini í Havnardali, hestar, lomb, kálvar, hundahvølpar, ...”.
Hestur er á føroyskum “ross av kallkyni”, og ryssa er “ross av kvennkyni”. Orðið “ross” er tískil felagsheiti fyri hest og ryssu. Tað nevnist á donskum “hest”, og tað man vera har, ið orsøkin til fløkjuna er at finna. Tí nú verður sum oftast tosað um “hestar”. Men tað ber bara til at nýta orðið hestur, um hesi kríatúr eru av kallkyni. Er tað ikki greitt, er tað rætta at siga “ross”, og tí eigur tað at vera “ross” í dømunum omanfyri.
Hetta dømið av einum portali sýnir sera væl, hvussu stór fløkjan er – her verða bæði orðini nýtt til skiftis: “Tað var eitt ynski frá hestaeigarum í Føroyum at kunna flyta ross beinleiðis úr Íslandi til Føroya. Men hetta læt seg ikki gera, og máttu hestarnir tí fyrst flytast til Danmarkar fyri síðan at verða sendir aftur til Føroya”. – Her skal tað eyðsæð vera “ross” og “rossaeigarar”.
Orðið ross kemur fyri í ymsum máliskum; “standa sum bitið ross” verður nýtt um ein, ið stendur nipin ella ráðaleysur. Og “standa sum ryssa uppi yvir deyðum fyli” kann eisini verða sagt um ein, ið stendur ráðaleysur.










