Málparodi á Sandi

B71 vann heili 16-0 í næstbestu fótbóltsdeildini og liggur nú klárt á odda í deildini saman við LÍF. AB snávaði í dystinum ímóti FS Vágum, hóast argjamenn vóru á odda 2-0

Úrslitini í áttanda umfari av 1. deild hjá monnum lagaðu seg soleiðis, at LÍF og B71 fóru enn longur frá liðunum, sum hava verið í hølunum á teimum. Hetta komst av, at B71 og LÍF vunnu sínar dystir, meðan FSV04 vann á AB.
Royn hevur framvegis einki stig fingið, hóast tað var líka við, at teir fingu ein javnleik á Tvøroyri, og hitt Suðuroyarliðið, Sumba/VB, hevur sera skiftandi avrik og liggur næstniðast.
 
B71-Sumba/VB
Heimasíðan hjá B71 heldur, at dysturin á Sandi leygardagin var á markinum til at vera stór skomm. Sumba/VB møtti við 10 monnum, og tá ein fekk skaða, og ein annar fekk reytt kort, endaðu teir við átta monnum á vøllinum. Tá hevði B71 longu skorað 13 mál.
- VB/Sumba venjarin Ole Andersen kundi onki gera annað enn at stara út á vøllin teir 90 minuttirnar parodiin vardi. Seinasta ár spældi Ole ein dyst við 4.deildarliðnum hjá B71. Tað hevði so ikki gjørt støðuna verri um hann hevði spælt við í dag, skrivar heimasíðan í sínari umrøðu av dystinum.
Hetta má vera størsti sigur í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini, og í øllum førum var tað størsti sigur hjá B71 nakrantíð. Toppskjúttin Clayton Soares gjørdi átta mál og fleyg upp allar hinar á málskjúttaralistanum.
 
AB-FSV04
Argjamenn høvdu allars kjansir at vinna dystin ímóti FS Vágum 2004 leygardagin. AB kom á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og tíðliga í seinna hálvleiki øktu teir til 2-0. So mundu tey flestu halda, at avgerðin varð fallin í hesum dystinum.
Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Tí lítla løtu seinni koma FSV afturíaftur, tá ið Birgir Joensen skoraði til 2-1. Fjáltur kom á heimaliðið, og útiliðið fór at trýsta.
Trýstið gav úrslit, tí fyrst gjørdi AB sjálvmál, og síðani skoraði vælvaksni Birgir Joensen aftur, og so hevði vágaliðið alt í einum tikið øll stigini á Argjum.
 
KÍ-LÍF
Fitt av leirvíkingum var í Klaksvík og hugdi eftir dystinum ímóti KÍ leygarkvøldið, og teir sóu sítt lið hava stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki. LÍF-verjan lá langt frammi á vøllinum, og tað var júst tað, sum skjóti Erling Fles hevði brúk fyri. Hann var tríggjar ferðir spældur fríur, men misnýtti góðu tilboðini. LÍF fekk ein góðan kjans, og oddaliðið skoraði til 1-0, sum var ein misvísandi hálvleiksstøða.
Í seinna hálvleiki var myndin ein heilt onnur. Nú fekk LÍF lagt verjuna rætt, og teir stýrdu dystinum allan hálvleikin. LÍF skoraði tvær ferðir afturat, og so vunnu teir ein tryggan sigur, sum í fyrra hálvleiki tóktist vera langt burturi.
 
HB-SÍ
HB-liðið var so væl mannað til hendan dystin, sum tað neyvan hevur verið fyrr í ár. Orsøkin var, at allir eykamenninir av Formulaliðnum kundu spæla við, og tað styrkti munandi um liðið. SÍ fylgdi væl við fyrsta partin av liðnum, og sørvingar vóru á odda 2-1, áðrenn HB rættiliga tók um endan.
HB javnaði til 2-2, og so gjørdi Hendrik Rubeksen reint hattrick fyri havnaliðið, sum at enda vann heili 6-2.
 

*****

1. deild menn
 
HB-SÍ 6-2 (1-1)
0-1: Jón Nielsen
1-1: Niclas Eysturoy
1-2: Ebbe Thomsen
2-2: Tóringar Akselsen
3-2: Hendrik Rubeksen
4-2: Hendrik Rubeksen
5-2: Hendrik Rubeksen
6-2: Poul Thomas Dam
 
KÍ-LÍF 0-3 (0-1)
1-0: Andrias Lava Olsen
2-0: Andrias Lava Olsen
3-0: Kristian í Vági
 
TB-Royn 2-1 (1-0)
1-0: Olivur Abrahamsen
2-0: Kaj Roest
2-1: Frits Eið, br.
 
B71-Sumba/VB 16-0 (7-0)
1-0: Clayton Soares
2-0: Clayton Soares
3-0: Rasmus Nielsen
4-0: Magnus Olsen
5-0: Clayton Soares
6-0: Magnus Olsen
7-0: Bergleif Sólsker
8-0: Tummas P. Olsen
9-0: Magnus Olsen
10-0: Rasmus Nielsen
11-0: Clayton Soares
12-0: Clayton Soares, br.
13-0: Clayton Soares, br.
14-0: Wellington Soares
15-0: Clayton Soares
16-0: Clayton Soares
 
AB-FSV04 2-3 (1-0)
1-0: Tony Rasmussen
2-0: Rógvi Poulsen
2-1: Birgir Joensen
2-2: Sjálvmál
2-3: Birgir Joensen