Málningur til krabbinnsavningina

Miðlahúsið hevur latið Krabbameinsfelagnum ein málning til innsavningartiltakið, sum verður leygarkvøldið - Krabbameinsfelagið takkar fyri málningin, sum vit hava valt at selja á uppboðssølu, skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðuni.

Tey, ið vilja bjóða uppá málningin, kunnu senda sms til nummar 1940, og skriva mal og síðani upphæddina. T.d. mal 1000. Til ber at senda sms frá í morgin 29. oktober.

Málningurin, sum er málaður av starvsfólkunum í Miðlahúsinum ímyndar í fyrsta lagi tær tríggjar súlurnar undir tí gamla føroyska samfelagnum, 1. Bátin/ neystið (tað, sum havið gevur), 2. Mamma og barn (familjuna) og 3. Kúgv/ kálv (mjólk/ kjøt).

Málningurin ímyndar eisini kvinnu, sum er rakt av sjúku og tankar hennara, sum skiftandi eru svartskygdir og bjartskygdir.