Málningur hjá Eivør seljast á uppboðssølu

Í Rás2-sendingini Hvonn Live leygarkvøldið fer Eivør Pálsdóttir at avdúka ein nýggjan málning, sum síðani verður seldur á uppboðssølu. Lægsta boð er 1 króna Eivør Pálsdóttir er kend sum songkvinna bæði í Føroyum og í øðrum londum, men Eivør fæst eisini við málningalist, og í næstum skal hon hava sína egnu listaframsýning samantvinnað við einari konsert.

 

Leygarkvøldið verður Eivør Pálsdóttir gestur í Hvonn Live á Rás2. Har verður tosað við Eivør, og hon fer eisini at spæla nakrar sangir live á Hvonn.

 

Umframt tað fer hon at avdúka ein nýggjan málning, sum síðani verður seldur á uppboðssølu í sendingini. Fólk kunnu bjóða bæði á Hvonn og umvegis sms-skipanina hjá Rás2. Lægsta boð er 1 króna, og tann, sum eigur hægsta boð, tá uppboðssølan endar, hevur ognað sær málningin hjá Eivør.

 

Hvonn Live verður sent á Rás2 leygarkvøldið klokkan 19-22. Fólk kunnu eisini fylgja sendingini á Hvonn í Havn, haðani hon verður send. Uppboðssølan av málninginum hjá Eivør byrjar klokkan 19.30.