Tað er ein av fremstu myndlistamonnum í Havn, Torbjørn Olsen, ið hevur málað fyrrverandi borgarstjóran. Jan Christiansen var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu árini 2001-2004.
Hann tók fyrstu ferð sæti í býráðnum við ársbyrjan 1985 og hevur sitið í býráðnum øll árini.
11. november 2008 varð hann afturvaldur fyri Fólkalokkin. Tá komandi seta er av, hevur Jan Christiansen sitið í býráðnum uttan slit í 28 ár. Hann er tann av býráðslimunum, ið hevur sitið næstlongst.
Myndlistamaðurin Torbjørn Olsen hevur áður málað Poul Michelsen, ið var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu 1981-1992.