Málningatiltak í TUTL

Í dag kl. 16.30 verður heldur ørvísi og undirhaldandi málningatiltak í TUTLhandlinum.

 

Tað er í samband við savnsfagnaðin at Janus á Húsagarði málar til inspirerandi tónleik frá Angeliku á violin og Kristian Blak á klaveri. Janus málar á lørift við akrylmáling. Málningurin verður prísásettur og fer at hanga í TUTLhandlinum til hann verður seldur.

 

TUTL er partur av savnsfagnaðinum í miðbýnum. Vit fagna søvninum við tónleiki ið hevur íblástur úr hvørjum savnsøki tvs. Nátturugripa-, fornminni-, sjó- og listasavninum.

Í dag er tað so listasavnið sum er umboða. Í morgin 13. oktober eru tað børn úr Frískúlanum í Havn syngja og spæla náttúrusangir.

Hósdagin 14. Oktober eru tað Angelika Nielsen, Rebekka Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen sum spæla tónleik frá nótabókini hjá Svabo. Fríggjadagin 15. Oktober verður fyri fyrstuferð høvi at hoyra fløguaktuella Magnus á Stongum framføra live í TUTL.