Málningar úr Leeds

Í hesum døgum hava umboð fyri tey sinnisbrekaðum í hesum enska býnum eina framsýning við listarverkum í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin lat upp í gjár og er opin heilt fram til 15. desember, hvønn dag frá kl. 13 til 18. Stongt er sunnudagar.
Á framsýningini eru so nógvir málningar at neyðugt er at hava tvær framsýningar. Tann fyrra framsýningin er opin til hósdagin í næstu, og tá letur so tann seinna framsýningin upp.
Íalt verða 75 listarverk á framsýningini.