Málningar og Prent

Í dag letur Petur Prent upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á veggunum hanga prent og málningar, sum hann hevur málað í ár og myndevnini hevur hann funnið úti í føroysku náttúruni og býlingurin Úti á Reyni hugtekur listamannin

Í dag, 3. november, letur Petur Mikkelsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Kendur er hann undir navninum Petur Prent. Navnið fekk hann, tá hann sum útlærdur prentari frá Estra í Gøtu kom til Havnar at starvast.

Fleiri løgdu helst unga gøtumannin til merkis í Bestubitum í Svf leygarkvøldið, tá DR vitjaði í Gøtu og á Estra í 1973.

Áhugan fyri litum var eisini ein orsøk til, at hann valdi sær prentarayrkið. Stig Rasumssen á Estra vakti áhugan hjá unga gøtumanninum fyri at skera í linolinum. Petur hevur teknað alt tað, hann kann minnast, og svartar og hvítar myndir, grafiskar myndir, hava eisini hugtikið, tí har hava eittnú skuggarnir týdning.


Máling og prent

Í málaraskemmuni á Boðanesi síggja myndirnar dagsins ljós. Myndevnini eru tikin í nærumhvørvinum, í Havn, í Hoyvík og eisini á ferð um landið.

Ein málningur brýtur frá í so máta. Tað er málningurin av apostlinum Pætur og brennandi býnum Rom. Pætur sær Jesus. Petur fann myndevnið, tá hann var við til at prenta bókina Qou Vadis.

Annars eru myndir úr t.d. Gásadali og av Signabø - frálíkar náttúrulýsingar, ið eru stórar í vavi - og so eina frálík myndarøð av býlinginum Úti á Reyni í Havn.

Petur greiðir livandi frá myndunum og teimum húsum og húsanøvnum, ið eru á myndunum. Hann kenir hvønn krók og fólkini, ið búgva ella hava búð í húsunum.

Í 10 ár starvaðist Petur á prentsmiðjuni í Bókhandlinum og í døgurðatímunum gekk hann ofta Úti á Reyni. Hetta eru summarmyndir, ið allar eru málaðar sama tíðarskeið í ár.

Sjálvur metir Petur, at býlingurin var vakrari fyrr, tí tá var hann skeivari. Nú er alt rættað so nógv av.

Petur sigur seg vilja mála og lýsa Føroyar, tí Føroyar bergtaka. Einum nýtist ikki at sita í Paris og abstrahera Føroyar, tí tær eru abstraktar í sær sjálvum, metir Petur.

Petur Prent hevur ikki gloymt handverkið. Á sýningini eru eisini pernt at síggja. Bæði svørt og hvít og í litum. Hann prentar á gamlan hátt við skeið. 4 eintøk eru av hvørjum.

57 verk eru við á framsýningini, ið er opin hvønn dag kl. 15?19. Sýningin heldur fram til 7. november.