Hugsa
teg væl um
á_renn
tú sært hetta landslagi_
bert einafer_
- Visti tú, at ta_ finst onki danskt or_ fyri Glottar?, spyr Øssur og rættir mær Listabókina Glottar, sum er útgivin í sambandi vi_ frams_ningina. Allur teksturin í bókini, yrkingarnar hjá Alexander Kristiansen og inngangurin hjá Frits Johannesen, er umsettur til danskt og enskt. Men altso ikki heiti_ "Glottar", sum Øssur ikki fann eitt nøktandi or_ fyri á donskum.
Onkusvegna kemur ta_ ikki óvart á, at Øssur Mohr skuldi finna sær eitt heiti fyri frams_ningina, sum ikki letur seg umseta. Hetta at royna at fanga ta_, sum ikki kann fangast tykist at vera drívmegin aftanfyri hansara list og mátan, hann arbei_ir.
Ta_, sum ikki eydna_ist í umsetingini, eydnast hinvegin í hansara málningum, og á frams_ningini, sum letur upp í Listaskálanum fríggjadagin, fáa vit høvi at síggja úrslitini. Ella nøkur av teimum, tey, sum ta_ bar til at fanga, men sum eisini eru áminningar um, at ta_ altí_ fara at finnast málingar, ta_ ikki ber til at mála.
Ganda_a fjalli_
Eisini fjalli_
upploysist
og søkkur í ø_rum litum
og broytir skap
innan í tær
...
á_renn skitsan
er li_ug
Øssur er kendur fyri at mála Leirvíksfjall, sæ_ frá Fuglafir_i, umaftur og umaftur. Men ta_ er ein miskiljing at halda, at Øssur stendur framman fyri vindeyganum og málar sítt úts_ni.
- Leirvíksfjall spøkir í mínum hugaheimi, meir sum okkurt gandakent og dragandi, enn sum naka_ fjall. Hev_i eg skula mála eitt úts_ni, hev_i eg langt sí_ani veri_ li_ugur.
Men alltí_ina koma ta_ n_ggir glottar rekandi, sum broyta skap og lit á fjallinum, fjør_inum, himmalinum og bygdini. Og hvørja fer_ fær Øssur tilfar til ein n_ggjan málning. Ein málning, sum gevur tær eina kenslu av, at um tú blunkar, er hann horvin, tá tú hyggur aftur.
Um hetta ganda_a fjalli_ er eitt serligt Øssur Mohr ey_kenni má ver_a upp til ásko_aran at meta um, men sjálvur kennir Øssur seg ikki so bundnan av tí, sum onkur kanska heldur. Og ta_ undrar óiva mong, tá Øssur sigur, at hann væl kundi mála onkra a_rasta_ni enn í Fuglafir_i.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga um alt hetta tosi_ um serlig listalig ey_kenni. Í eygunum hjá onkrum líkjast mínir málningar kanska nógv hvørjum ø_rum, men eg standi ikki og gruni yvir, hvussu eg máli ella royni tilvita at dyrka eitt ávíst ey_kenni. Eg ivist í, um ta_ ber til, tí mínir málningar eru í grundini bara eitt framhald av mær sum menniskja, so ta_ fær neyvan veri_ ø_rvísi, heldur Øssur.
Ta_ ókenda
Tá Øssur byrja_i at mála, mála_i hann fyri ta_ mesta persónar og hús, men persónarnir hvurvu skjótt. Húsini stó_u eftir, men tey vóru ikki longur hús vi_ vindeygum og hur_um, tú kundi fara inn ígjøgnum.
- Eg kundi ivaleyst líka so væl slept húsunum heilt, men kanska eg ikki rættiliga eri til rei_ar - enn. Men eg merki væl, at ta_, sum liggur longri úti á fjør_inum og longri upp móti himmalinum er meir dragandi. Ta_ hevur okkurt óendaligt, næstan religiøst yvir sær ...
Einafer_ skal eg liva
í allar ævir
...
sum støv
skal eg einafer_ liva
Í teimum n_ggjastu málningunum er ta_ t__iligt, at Øssur arbei_ir seg ví_ari, inn í málningin, inn í ein alsamt minni ítøkiligan heim. Sum kagar tú inn í ein ævint_rheim, sum ein danskur ummælari tók til. Bygdin í forgrundini, sum fyrr var grundarsteinurin, alt hvíldi á, er har enn, men mest sum bara ein lopfjøl inn í ta_ ókenda. Blái liturin er vor_in djúpri og meir rá_andi, a_rasta_ni er hvíta ljósi_ vor_i_ sterkari. Vatnrætta fatanin av sjónarringinum er sett úr gildi, og inn ímillum hómast nú eitthvørt, i_ ikki hevur veri_ har fyrr - líkist onkusta_ni mest umhvarv av einum menniskja, sum kemur gangandi uppi millum sk_ggini.
- Eg veit ikki, um skuggarnir av andlitum og meniskjum er naka_ eg havi mála_ tilvita_. Men eg bleiv eitt sindur skakkur, tá eg sá yrkingina hjá Alexandur, har hann sigur
Tá i_ tú gongur
eru beinini spurningar tínir
um dagin í morgin
- Alexandur hevur ikki skriva_ yrkingarnar til nakrar ávísar málningar, bara til málningarnar sum heild, men ta_ má vera okkurt vi_ teimum, sum hevur mana_ fram hasa myndina í honum.
Kanska eru hesir málningarnir spurningar til, hvagar listarliga lei_in hjá mær gongur? Møguliga ...
Onki kemur av ongum
Tá ta_ sn_r seg um ta_ meir tekniska, hevur Øssur t__liga lagt seg meir og meir eftir at skapa eitt samband millum ta_ tilfarsliga og ta_ listarliga.
Onki kemur av ongum, minnir Øssur á. Heldur ikki list. Ta_ skal helst síggjast ella í hvussu er hómast, at hansara málningar als ikki høvdu veri_ til uttan lørift, máling, pensil, spartil o.s.fr. Og ta_ ger onki, um lukturin av terpentin og olju hongur eitt sindur í luftini.
- Listarliga eri eg sera hugtikin av samanrenningini millum tilfari_ og ta_, sum málningurin roynir at siga. Men kanska eg vi_ hesum eisini royni at koma vi_ eini vi_merking til kjaki_ um, hvat list er fyri naka_. Ikki tí, eg haldi, at eg ella nakar annar finni eitt endaligt svar - tí ta_ svari_ trúgvi eg ikki, er til.
Moderna_ hugskotslist, har ta_ listarliga liggur í sjálvum hugskotinum, sigur ikki Øssuri so nógv, tí í hansara ver_ er ta_ munur á einum listamálara og einum uppfinnara. Og tann munurin liggur millum anna_ í tí listarligu tilgongdinin.
- Eftir mínum tykki, skalt tú helst síggja okkurt aftur av listafólkinum í listaverkinum. Tú skalt síggja, at persónurin, sum hevur skapa_ listaverki_, hevur arbeitt seg fram ímóti onkrum, hevur leita_ eftir onkrum. Ta_ er jú hetta, sum millum anna_ gevur einum gó_um málningi ein serligan dynamikk og eina orku, sum sæst, um tú tímir at hyggja. Men tú kanst altí_ gera ta_ meir ítøkiligt, vi_ at lata ta_ tilfarsliga renna saman vi_ tí listarliga.
Hendan samanrenningin hevur fingi_ sítt heilt serliga úttrykk í málninginum "Aftaná regn", har málingin rennir í tunnum rípum ni_ureftir løriftinum, so at alt, himmalin, fjalli_, fjør_urin og bygdin fara í upploysn og ver_a eitt, og í bókini Glottar renna saman vi_ yrkingina hjá Alexandur
Oman
úr erva
havi_ og ljósi_
á glæ
dropin
i_ datt
frammanundan
tá alt var
vatn
Kavi sæst best í kulda
Øssur hevur eina ørgrynnu av frams_ningum aftanfyri seg, og í ár kann hann halda 10 ára dagin fyri sína fyrstu frams_ning í 1994. Ta_ er t__iligt fyri okkum onnur, at nógv er hent sí_ani tá, men sjálvur heldur Øssur størstu broytingina vera henda, aftaná at hann gjørdist málari burturav fyri f_ra árum sí_ani.
- Ta_ sigur seg sjálvt, at okkurt hendir, tá tú ikki longur bara málar í tí_ini, sum leypir av, tá alt anna_ er fingi_ frá hondini. Sjálvur haldi eg meg mála meir heilhjarta nú, og trúgvi til dømis ikki, at eg nakrantí_ aftur kundi mála ein málning lidnan út í eitt.
Øssur heldur eisini seg sjálvan hava fingi_ eina minni romantiska fatan av, hvat ta_ vil siga, at arbei_a sum listamálari. Hann er hildin uppat at ímynda sær sær, at ta_ finst nakar málningur, sum er lættur at mála, og sjálv arbei_sgongdin er sjáldan so spontan, sum hann fegin vildi. Men íblásturin er tann sami - glottarnir, sum hvørva líka skjótt, sum teir komu, og hann málar framvegis best aftaná regnæli_, me_an hann enn hevur dampin og luktin av jør_ini í nasagluggunum. Kanska er ta_ sum Alexandur sigur at Kavi sæst best í kulda ...
Um Øssur Mohr
Øssur Mohr får det hele med:
Rygraden i bygdernes huse
Et splitsekunds "glottar" (lysglimt) ude over fjorden ...
Forårsdagen, hvor farverne eksploderer ...
Fjeldenes totalt forskellige farveskalaer
Uvejrets rasen
Tågen, sim en sø hen over fjeldets marker
Vinterens snedækkede stormomsuste fjelde.
Randi Ottosen, Kunstavisen
____________________________________
Frummáli_ í myndunum hjá Øssuri er elligamalt. Ta_ eru teir glottar, sum fara um røkur og reyn á morgn, á middegi, um nón og út á kvøldi_ og seta sínar hælkoytur á fjallasí_urnar, fjør_in og húsini.
...
Myndirnar hjá Øssuri eru læstar inni í Fuglafir_i - í einum frumhelli, sum hevur so nógv at geva, at ta_ er ótømiligt. Hann hevur vald á sínum myndum, men at fáa maktina yvir tí skiftandi ljósinum, sum er alla tí_ina, kann bara gerast í glottum, sum reika um í myndum hansara, sum altí_ hevur veri_ og fer at vera.
Brot úr "Øssur og list hansara" hjá Frits Johannesen í listabókini Glottar, 2004










