Á framsýningini verða einar 30 myndir frá íalt 15 listarfólkum. Her er talan um bæði kend og minni kend fólk, ið hava listamáling sum eitt av frítíðarítrivum sínum.
- Vit hava møtt sera stórari vælvild frá nógvum listarfólkum. Fleiri hava latið myndir og vilja gjarna stuðla tiltakinum, sigur ein av fyrireikarunum, Sólrun Poulsen við Trúboðan.
Inntøkan av atgongumerkjum og sølu av listarverkunum fer óskerd til frama fyri leguhúsið í Nesvík. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil uppá ein av málningunum.
Framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 14 til 18.









