Málningakapping fyri børn

Á vestanstevnuni í Miðvági fáa børn høvið at nýta sínar listarligu gávur í eini málningakapping

Børn skulu eisini hava nøkur tiltøk at fara til, sum ikki kosta. Hetta meina nøkur foreldur, og hava tey tikið stig til eina málningakapping. Kapingin verður í bygdaskúlanum leygardagin kl. 16.

Randi Niclasen er ein av fyrireikarunum til hesa kappingina. Hon sigur, at kappingin er skipað á tann hátt, at tá ið børnini tekna seg fáa tey eina tunna hvíta træplátu í støddini 22 x 27 cm. Tey skulu síðan gera eina máling. Penslar og máling fáa tey. Akvarel máling verður nýtt.

? Børnini kunnu mála alt tey hava hug til, og tey fáa tveir tímar at gera málningin. Børn gera annars rættiliga skjótt av, so eg vænti tey flestu verða liðug langt áðrenn.

Myndirnar verða síðani hengdar upp í bygdarskúlanum, og ein dómsnevnd fer at døma um myndirnar, og nummar 1, 2 og 3 fáa vinningar.

Hetta verður alt sunnudagin, táið eisini onnur áhugað kunnu koma at hyggja eftir myndunum - og keypa tær, sum teimum dámar best.