Í døgunum 15. til 19. februar hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Stella er vorðin kend fyri sínar eyðkendu málingar, ið siga frá søgum á lívsins ferð. Søgurnar eru um kærleika, frið og vón. Heitið á framsýningini hesaferð er "Familjan".
Fernisering verður fríggjadagin 15. februar klokkan 17. Jens Marni Hansen fer at syngja til ferniseringina.
Opið er:
15. feb. 17-20
16. feb. 12-18
17. feb. 14-18
18. feb. 12-18
19. feb. 12-18.