Málningaframsýning í Smiðjuni

Fríggjakvøldið 18. juni kl. 19.00 læt málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Tað eru tey bæði Kristina Joensen og Ian Luid ið sýna fram. Á framsýningini eru 30 akrylmálningar.

Í samband við at framsýningin læt upp, varð tónleikacafé í Smiðjuni við Niels Midjord, Høgna Lisberg, Ronnie Poulsen, Finnur Jensen o.ø

Framsýningin er opin:

Fríggjakvøldið 18. juni frá kl. 19.00 - 22.00.
Leygardagin 19. juni - hósdagin 24. juni frá kl. 15.00 - 20.00.