Í býráðssalinum hjá Runavíkar Kommunu hava málningar hingið síðani Eystanstevnan var hildin í ár. Listakvinnurnar, sum sýna fram eru Anja Hentze og Karolina Danielsen.
Hetta er háárstíð í ferðavinnuni og nógv fólk vitja býin. Í sambandi við at kunningarstovan í Saltangará og býráðssalurin eru í sama bygningi, er avgjørt at lata býráðssalin og framsýningina upp fyri ferðafólki.
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 til 16. Seinasti dagur er 31. juli.