Málningaframsýningin letur upp hósdagin klokkan tvey og verður opin til og við sunnudagin. Hvønn dag frá klokkan tvey til sjey.
Emma fer at sýna fram oljumálningar. Millum annað hevur hon málað náttúruna og gerandisting í einari abstraktari útlegging, sum hon sjálv tekur til. Emma nýtir sterkar litir, hennara málningar bera ikki brá av reinari feminismu, heldur tvørturímóti. Hon hevur fleiri málningar, har ein sær náttúruna, tá hon ordiliga vísir seg fram.
- Mær hevur altíð dámt væl at mála náttúruna, serliga okkurt illveðursligt, sigur Emma.
Hølini, har framsýningin hjá Emmu verður, liggja í einum hugnaligum umhvørvi í Runavík. Emma sigur, at tað stuttligasta við hesum er, at tað kann koma gongd í aftur gamla handilin hjá Pidda.
- Handilshølini hava staðið og bara sagt ger so væl nú í eina tíð. So eg haldi, at tað er so deiligt og hugaligt, at tey kunna nýtast til millum annað eina málningaframsýning, sigur Emma.
Hon saknar eini líknandi høli í Klaksvík, har málningaframsýningar kunnu verða.
- Tað manglar eitt líknandi høli í Klaksvík, tað er ongin ivi um tað. Men tað er óivað torført at finna eini hóskandi høli, sigur Emma, sum tó hevur eini høli í huganum, sum henni dámar avbera væl. Men hon veit onki at siga, um tað verður til nakað. Hon leggur eina við, at eini tílík høli nýtast slettis ikki at vera so dýr og fín.
Emma sigur eisini, at tað verður sølustevna í Runavík um vikuskiftið, so hon vónar, at tað koma nógv fólk á gátt í gamla handlinum hjá Pidda.