Málningaframsýning í Riberhus

Tíðindaskriv

Ian Luid fer komandi hálva aðru vikuna at sýna fram málningar í Riberhúsi

Leygardagin 24. januar kl.16 letur málningaframsýning við Ian Luid upp í Riberhus í Fuglafirði.
Ian hevur seinast árið verði rættuliga virkin og eru allir málningarnar á framsýningini málaðir í hesum tíðarskeiðinum.
Tað er fyri stóran part føroyska náttúran og serstaka føroyska ljósið sum kemur til kennar í hansara málningum.
Tá framsýningin letur upp leygardagin fer ein av finalistinum í singer/ songwrither 2003 Ronnie Poulsen at framføra egin løg.
Framsýningin er opin frá leygardag 24.jan ? mikudag 4. februar allar dagar frá 15.00 - 19.00.