Málningaframsýning í Ribarhúsi

Leygardagin klokkan 16 letur Kristina Joensen upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Á framsýnin gini hevur hon nýggjar 12 málningar.

Teir eru expressivir, symbolskir, og skapini bera brá av einari inniligari fatan av nútíðini, sum nemur við mynstur -føroysk mynstur- frá tí farna, men vísa kortini frameftir við ljósum vónum í livandi litum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tá ið framsýningin letur upp, sigur Kristina nøkur orð um síni egnu málningar og sýndur verður ein filmur av Kristinu, meðan hon málar ein málning.

Niðanfyri er eit brot, har Kristina málar.