Málningaframsýning í Mentamálráðnum

Mikudagin 7. september 2005 letur Ingi Suni Jacobsen í Havn upp eina málningaframsýning í Mentamálaráðnum. Fernisering verður frá kl. 15-17, tá listamaðurin og bass-spælarin Øssur Johannesen fer at spæla

Ingi Suni Jacobsen letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum mikudagin 7. september 2005, kl. 15.00-17.00. Framsýningin er opin mánadag til hósdag kl. 08.00-16.00, fríggjadag kl. 08.00 -15.00.

Ingi Suni Jacobsen (f. 22. august 1976) er føddur og uppvaksin í Klaksvík, men er búsitandi í Tórshavn. Hann hevur málað í 5 ár, og fær hann íblástur ymsastaðni frá, t.d. frá írska tónleikabólkinum U2 og amerikansku Portishead. Umframt hetta fær hann eisini nógvan íblástur frá listarmonnunum Van Gogh og Salvadore Dali. Ingi Suni Jacobsen hevur ætlanir at fara uttanlands at útbúgva seg innan list.

Stílurin hjá Inga Suna Jacobsen er abstraktur og til tíðir surrealistisktur, men sum heild málar hann mest abstrakta list. Litirnir eru sum oftast litríkir, t.v.s. bláir, reyðir og gulir.

Ingi Suni Jacobsen hevur luttikið á ymiskum framsýningum og var hann t.d. við á Ólavsøkuframsýningini í ár. Tá framsýningin letur upp verður tónleikur at hoyra av Øssuri Johannesen listamanni og bass-spælara. Framsýningin verður til 31. desember 2005, og eru øll vælkomin.