Málningaframsýning

Í hesum døgum sýnir Maria Mørkøre fram málningar í hølunum hjá Karl Nielsen í Klaksvík

Klaksvík:
Talan er um olju og akryl málningar av bygdaløgum. Men onkur er eisini av fólkum.
Maria hevur altíð teknað, men tað var ikki fyrr enn í 1996, tá hon byrjaði at kunstskúla í Danmark, at áhugin fyri at mála rættiliga gjørdi vart við seg. Síðani tá hevur hon málað nógv. Hon roynir at liva av tí, men samstundis er tað ójavnt, hvussu nógv hon málar.
Fólk kunna koma inn at síggja málningarnar í skrivstovutíð. Tað vil siga frá klokkan 9 til 16. Og eisini verður opið sunnudagin frá klokkan 16 til 20.

Ongi høli
Hølini, har Maria hevur sínar málningar er bert eitt av teimum mongu hølunum, sum verða nýtt til framsýningar. Men veruleikin er, at tað eru ongi høli til slík endamál í Klaksvík. Tað er nakað sum listafólk í Klaksvík sakna, tí tað hevði verið betur, um eitt serstakt høli var til slíkar framsýningar.
Bernhardina Klein, formaður í Norðoya Listafelag sigur, at felagið arbeiðir við at fáa eini høli til slík endamál. Hon sigur, at tey arbeiða við at fáa eini hús bygt til felagið.
- Men tað er eitt sera tungt tak at fara í holt við. Tað eru bara ongi hóskandi høli til okkara virksemi her í Klaksvík, og tað harmast vit um, sigur Bernhardina.
Allar ognirnar hjá Norðoya Listafelag standa sum er goymd í einum rúmi í Býráðshúsinum, og verða tey mest sum bert tikin fram til framsýningarnar á Norðoyastevnu, sum plaga at vera í skúlunum.
Bernhardina veit at siga, at tað einaferð var talan um hjá býráðnum at byggja okkurt, og har var so Listafelagið ein partur av tí ætlanini, men hon hevur síðani ikki hoyrt so nógv annað, enn at ætlanin er slept aftur. Og tað harmast hon um, og sigur, at so er ikki so nógv annað hjá Listafelagnum at gera enn at halda fram við teirra arbeiði við málinum.
Bernhardina sigur, at eini tílík høli helst verða dýr at byggja, tí tey mugu ikki verða ov lítil, og so skulu tey eisini verða bygd so, at tey eru egnað til endamálið.
- Vit arbeiða sjálvandi allatíðina við tí, men tað er ikki so lætt, sigur Bernhardina at enda.