Hóast eingin skal ivast í, at kappingin millum málmenninar á hondbóltslandsliðnum er gróthørð, so standa teir saman og bakka væl hvønnannan upp.
Levi Nybo, sum ikki fekk nakað byrjunarpláss í málinum í føðingardagsgávu mikukvøldið, fekk tó gjørt væl vart við seg, tá hann fekk kjansin ímóti endanum á dystinum.
– Eg væntaði at sleppa inn eitt sindur fyrr, men tað gert tú jú altíð, tá tú ikki byrjar inni. Men Lars stóð væl, og hann hevði fleiri góðar bjargingar hóast hann ofta var prísgivin, tá tey mongu skjótálopini komu í fyrra hálvleiki, sigur Levi Nybo.
Eisini Lars L. Black hevði mikukvøldið bara rósur at geva kappingarneytanum:
– Levi kom inn ímóti endanum í einari løtu, har vit vóru í einum aldudali, og har hevði hann nakrar bjargingar á rað, sum gav liðnum eitt øgiligt »drive«, so menn trúðu upp á tað aftur, segði Lars.
Allir verða betri
Líka til tað síðsta, áðrenn endaligi hópurin til teir báðar Sveis-dystirnar var tikin út, var kapping um málmanssessirnar, tí fýra vóru um boðið.
At Lars L. Black og Levi Nybo so blivu tiknir fram um Ára Dam og Johann Hofgaard, var ikki serliga óvæntað, tí her stóð valið ímillum teir báðar royndu og so teir báðar ungu.
– At vit vóru fýra málmenn til venjinggarnar, gjørdi tað ordiliga stuttligt, tí kappingin er øgiliga hørð um plássini. Og at kapping er, eigur at gera, at vit allir verða betri, sigur Levi Nybo.
– Hesa ferð vóru tað Lars og eg, men eg ivist onga løtu í, at teir báðir ungu fara at fáa onkran dyst heilt skjótt.