Manuel Almunia og Jens Lehman tosa ikki saman, eftir at Lehmann fleiri ferðir hevur víst á sína misnøgd við ikki at verða fastur málmaður á liðnum. Spanski Almunia hevur í ár verið tikin fram um Lehmann sum málmaður hjá enska oddaliðnum.
- Vit halda avstand til hvør annan, og vit tosa ikki saman. Tað passar mær væl, tí eg havi tað betri, um vit ikki tosa saman, sigur Almunia við The Sun.










