Málmaskinan

Álopsspælarin David Villa hevur gjørt vart við seg í HM endaspælinum, og frameftir skal hann skora fyri spanska stórfelagið Barcelona. Men tað var um reppið, at Villa ongantið gjørdist fótbóltsspælari

David Villa Sánchez er 28 ára gamal.


Pápi hansara, sum var minuarbeiðari, hevur stuðlað honum sera væl. Villa sigur, at pápin var til allar venjingar hjá honum, og tá ið hann eitt skifti ivaðist í at gevast at spæla fótbólt, fekk pápi hansara hann at halda fram.


Tað var líkavið, at Villa ongantíð gjørdist fótbóltsspælari. Sum smádrongur breyt hann lærleggin, og tá var fótbóltsspælið í veruligum vanda. Men hann kom seg væl eftir álvarasama beinbrotið.


Tá hann gekk gipsaður, vandi pápin íðin vinstra beinið hjá Villa, sum var frískt, og tað hevur Villa havt stóra gleði av síðani.


Hann er giftur við Patricia González, sum hann fann saman við á ungum árum, og tey eiga tvey børn.

Hann spældi fyrstu ferð á spanska landsliðnum í 2005, men er síðani blivin næstbesti málskjúttin á spanska landsliðnum nakrantíð.


Hagtalsfrøðingar hava gjørt upp, at Villa var besti málskjúttin í heiminum í árunum frá 2005 til 2009.


Sum vaksin spælari hevur hann umboðað feløgini Sporting Gijón B, Sporting de Gijón, Zaragoza og Valencia.

Í farna mánaði keypti FC Barcelona Villa frá Valencia fyri slakar 300 milliónir krónur.


35.000 fólk møttu á leikvøllinum, tá ið David Villa var presenteraður sum Barcelona-spælari.