Málmansspælið

3. min.: Jónas Guðni Sævarsson skot upp á mál. Gunnar bjargar og heldur bóltinum.

11. min.: Rúrik Gíslason skot upp á mál. Gunnar stendur væl fyri og loftar.

18. min.: Aftur skot frá Rúriki Gíslasyni. Gunnar hevur framúr góða bjarging.

24. min.: Atli Sveinn Þórarinsson tveitir seg fram og skallar beint á Gunnar.

37. min.: Jóhann Berg Guðmundsson sendir fríspark ímóti málinum. Gunnar stórbjargar, tá hann fær hondina á og jústar bóltin uppum.

49. min.: Óskar Örn Hauksson fríspark innfyri úr høgru. Gunnar Nielsen fær fatur á bóltinum beint fyri íslendsku framherjunum.

64. min.: Rúrik Gíslason púra leysur fyri málinum, men rakar ikki bóltin, sum Gunnar leggur seg niður og fær hildið.

69. min.: Matthías Vilhjálmsson snarar sær á og roynir seg við brasilskum sparki inni í føroyska brotsteiginum. Gunnar er kvikur við fótparadu og fær vart fyri.

91. min.: Jónas Guðni Sævarsson skorar við góðum skoti á stongina og inn. Gunnar prísgivin, hóast hann roynir at toyggja seg.