Málmansmistøk og dómaraatfinningar

Liverpool-málverjin Pepe Reina gjørdist ein sannur Jekyll og Hyde í dag. Tá støðan var 1-0 helt hann Liverpool inni í dystinum við góðum meistarabjargingum í ein-til-ein støðum har Manchester United-leikarar stóðu blankafríir frammanfyri málinum. Men sami Reina kom skeivt út úr málinum, tá United skoraði til 1-0 og 2-0. Fyrru ferð eftir, at hálvtímin var runnin. Rooney legði bóltin inn fyri, og tað endaði heldur við, at Reina boksaði Wes Brown, sum sjálvur fekk sett krilluna so frægt á bóltin, at hann sneyg sær inn um mállinjuna til 1-0. Tá eitt lítið korter var eftir, kom Reina aftur skeivt út. Tá eydnaðist Ronaldo at fáa bóltin inn um Reina til 2-0. Stutt aftaná skoraði Nani eitt sera vakurt mál við einum skoti, sum sat dygst innanfyri stongina, tá hevði Reina ongan møguleika til at bjarga. Størsta andsøgnin í dystinum var tá argentinski Mascherano fekk tað seinna gula kortið, tá hann mótmælti einum gulum korti, sum Torres hevði fingið fyri kjaftaslit. Mascerano fór yvir til Steve Bennett at trætast, men tað førdi til seinna gula kortið, og Liverpool mátti stríðast 10 ímóti 11 størsta partin av dystinum. Henda støðan kastaði ein vissan skugga yvir dystin. Í mun til opnar málmøguleika vann United kortini uppiborið 3-0. Liverpool hevði onkrar royndir úti frá, sum kundu farið inn við eitt sindur av hepni, men opnu møguleikarnir gjørdust ikki nógvir í tali.