Skal man trúgva bretskum miðlum í dag, er tað hugsandi at Liverpool til komandi kappingarár fer at styrkja sær um hópin við sponsku málmanslegenduni, Iker Casillas.
36 ára gamli Iker Casillas, ið hevur spælt seinastu tvey kappingarárini við FC Porto, er annars best kendur fyri sítt tíðarskeið í Real Madrid, har hann undan skiftinum til FC Porto spældi alla sína yrkisleið.
Eisini hevur Iker Casillas verið landsliðsmálverji hjá Spania í nógv ár, har hann millum annað hevur verið við til at vinna HM og EM fyri Spania.
Nú bendir so nógv á at spanski málverjin komandi ár fer at standa í mál hjá Liverpool, sum í nøkur ár hevur havt smávegis málmanstrupulleikar. Hóast Simon Mignolet hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Premier League í ár, hevur belgiski málverjin ofta verið fyri nógvum atfinningum, og endaði tað tí við seinasta summar, at Jurgen Klopp styrkti um málmanssessin við Loris Karius úr Týsklandi.
Men ungi og evnaríki týski málverjin, Loris Karius, hevur enn ikki sligið av álvara til, og tað er helst tí at royndi Iker Casillas kemur inn í myndina hjá Liverpool.