Tað er málmanskreppa í Liverpool. Fyrst bleiv Alisson Becker skaddur í fyrsta dystinum í Premier League. Tí stóð Adrián í málinum, tá Liverpool mikukvøldið vann Super Cup móti Chelsea.
Í sekundunum eftir at Adrián bjargaði avgerandi brotssparkinum móti Chelsea, rann ein áskoðari inn á vøllin og vildi fegnast saman við spælarunum. Tað endaði við, at áskoðarin gleið og rakti Adrián so at málverjin bleiv skaddur í fótinum.
##med2##
Tí er ein møguleiki fyri, at 35 ára gamli Andy Lonergan fær sín fyrsta dyst í Premier League. Hann hevði í fjør sáttmála við Middlesbrough, men varð útleigaður til Rochdale. Hann fekk í summar ein stutttíðar sáttmála við Liverpool.
Nú er møguleiki fyri, at hann fær sín fyrsta dyst í Premier League, tá Liverpool í morgin spælir móti Southampton.











