Dysturin bleiv spældur uttan áskoðarar á uttanveltaðum vølli í Frankfurt, og Norra fekk eina dreymabyrjan. Teir føru nevniliga 2-0 í hálvleikinum við málum frá Brenne og Andresen. Í seinna hálvleiki svaraði Turkaland aftur við tveimum frísparksmálum ímóti endanum av dystunum frá Hamit Altintop, og norski málmaðurin, Thomas Myhre, má helst taka sær ábyrgdina av hesum málum. Hann burdi helst bjargað báðum royndunum.











