Fyrri dysturin endaði við 2-2 javnleiki í Sevilla, men í Ukraina bendi alt á, at heimaliðið fór at vinna. Tá liðini fóru undir yvirtíðina, førdi Shaktar 2-1, men so fekk Sevilla hornaspark, og málmaðurin, Andres Palop, fór fram við. Hann var hægstur eftir hornasparkið frá Daniel Alves, og sendi bóltin í netið til 2-2. So máttu liðini út í umdyst, og her fekk Sevilla eitt mál afturat, og sostatt eru teir klárir til fjórðingsfinalurnar.









