Málmaður spældi bakkur

Eykamálmaðurin hjá Vejle, Jimmi Klitland, royndi seg um vikuskiftið sum bakkur. Orsøkin var, at Vejle hevði so nógvar skaðar, at venjarin varð noyddur at seta málmannin á liðið. Vejle er á venjingarlegu og spældi ímóti einum úrvalsliði av Jamaica. Vejle vann dystin 4-0, so kanska var málmaðurin ikki so galið hóast alt.