Norski fótbóltsmálmaðurin Kenneth Udjus endaði á sjúkrahúsinum í Haukeland í farnu viku.
Udjus var á gistingarhúsi, har liðið hjá honum, Brann, helt til, og hann skuldi til døgurða, tá ið hann var fyri óhappi. Udjus rann niður gjøgnum trappurnar, traðkaði á eina av lissunum í skónuum hjá sær og datt. Hann fór fram eftir rommum og smekkaði høvdið í trappurnar.
Hann misti vitið, og tá ið hann kom fyri seg aftur, hevði hann høvuðpínu og kendi seg illa. Á sjúkrahúsinum var staðfest, at Udjus hevði fingið heilaskjálvta.
Udjus er komin fyri seg aftur, men nú verður hann illa argaður av liðfeløgunum. Teir halda millum annað, at hann skal brúka skógvar við lynlásið.
- Tað er ein stórur møguleiki fyri, at eg verði valdur til ársins klovn í felagnum, sigur Udjus.